Løgmaður: Brigsl og skuldsetingar føra ongan veg

? Tilvildin sleppur at ráða, tá politikarar leggja eftir hvørjum øðrum í eirindaleysum brigsli og skuldsetingum, segði Anfinn Kallsberg í fimtu løgmasrøðu síni

Anfinn Kallsberg nart í løgmansrøðu síni á ólavsøku við stríðið, sum hevur verið í føroyskum politikki seinastu vikurnar.
Stríðið var loyst beint fyri klokkan 11 ólavsøkudag, tá Tórbjørn Jacobsen tók allar skuldsetingarnar aftur, sum hann setti fram ímóti løgmanni og landsstýrismanninum við fiskivinnumálum í blaðgrein.
? Vit kunnu velja at leita eftir trupulleikum og leggja hvør eftir øðrum í eirindaleysum brigsli og skuldsetingum. Tá er víst, at vit lata ábyrgdina í hendurnar á tilvildini, og er tað tá ikki vit, ið taka avgerðirnar, segði Anfinn Kallsberg í løgmansrøðuni.
? Vit kunnu hinvegin velja at leggja alt brigsl og skuldssetingar til viks og í staðin taka tøk saman, hóast vit eru ósamd politiskt á nógvum økjum. Tá byggja vit land.

Yvirtøkurnar halda fram
Støðið er lagt undir eini tryggari sjálvstýristilgongd, og samgongan ætlar komandi árini at halda fram við yvirtøkunum, segði løgmaður.
Hann helt, at felagslýsingin hjá honum og danska forsætisráðharranum skapti grundarlag undir eini nøktandi sjálvstýristilgongd, har møguleiki er at taka yvir mál, ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini.
Tað, sum nú stendur fyri framman, tá tað ræður um yvirtøkur, er familjurættarmál, havumhvørvi, kortlegging, uppðhavsrættur, vinnulóggáva, tilbúgving, veðurtænasta, vitaverk, uppmerking, fjølmiðlaábyrgdarlóg og arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
? Vit hava longu yvirtikið forsorg og undirvísingarmál, og nú er tað okkara uppgáva at gera skipanir á hesum økjum við grundarlagi í egnum viðurskiftum, segði Anfinn Kallsberg.

Løgmaður fegnaðist um, at vøksturin í búskapinum sær út til at halda fram.
? Síðani mitt í nítiárunum hava vit havt ein árliga realvøkstur í bruttutjóðarúrtøkuni upp á góð 5,5%, og vøksturin sær út til at halda fram. Góða búskapargongdin sæst aftur í øllum samfelagnum, og fólkatalið veksur. Arbeiðsloysi er nú komið niður á 2,7 prosent, segði løgmaður.
Føroyska skuldin til útlandið var við árslok 6,4 milliardir krónur, og ognin er 8,6 milliardir.
? Sjálvt um ætlanir eru at gera stórar íløgur í komandi árum, og upphæddirnar á fíggjarlógini til íløgur kunu tykjast avmarkaðar, ber til við neyvari íløguætlan at fáa útint tær ætlanir, sum leingi hava ligið á láni, helt Anfinn Kallsberg.

Einskiljing fremjast
Eitt av heitastu politisku málunum í summar hevur verið einskiljingin av almennum fyritøkum. Um hetta segði løgmaður:
? Landsstýrið fer at virka fyri, at greiður skilnaður er millum tað almenna og tað privata. Hetta er besta trygdin fyri, at beinleiðis politisk stýring viðvíkjandi vinnulívinum ikki kemur aftur. Landsstýrið fer nú undir eina tilgongd, sum væntandi fer at halda fram í fleiri ár, har tær ymisku fyritøkurnar, sum landið eigur, verða einskildar.
? Henda tilgongd eigur at verða skipað so, at hon hevur stórt álit millum teir íleggjarar, sum hava áhuga í at ogna sær hesar fyritøkur. Tað er tí umráðandi, at fyritreytirnar fyri einskiljingum eru greiðar, eins og at arbeiðið verður gjørt varliga og gjøgnumskygt og við so stórum politiskum stuðli sum gjørligt, segði Anfinn Kallsberg.
Anfinn Kallsberg segði at enda í røðu síni, at landsstýrið hevði sett sær nógv og høg mál, og tað er tí umráðandi, at raðfestingar verða gjørdar á øllum økjum, soleiðis at landsstýrið nær tey mál, tað setur sær.