Løgmaður: Eg breyt ikki tingskipanina

Jóannes Eidesgaard vísir aftur skuldsetingini hjá Edmundi Joensen um, at hann breyt tingskipanina seinasta hóskvøld Edmund Joensen, løgtingsformaður, segði í síðstu viku, at løgmaður fylgdi ikki tingskipanini, tá ið hann útskrivaði val seinasta hóskvøld. Edmund Joensen vil vera við, at løgmaður segði ikki løgtingsformanninum frá, at hann hevur eina serliga fráboðan, sum er uttan fyri skránna.

Men hesum vísir Jóannes Eidesgaard, løgmaður, aftur.

-Um so var, at løgmaður breyt tingskipanina, skuldi løgtingsformaðurin gjørt vart við tað beinanvegin, men tað gjørdi hann ikki. At so Edmund Joensen kemur við einari reaktión nú, fái eg ikki gjørt so nógv við, tí hatta er yvir og farið, sigur Jóannes Eidesgaard.

Kelda: Kringvarpið