– Løgmaður er rætt endurgivin

Tað er ikki rætt, at løgmaður er skeivt endurgivin í Sosialinum

Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, eftir at løgmaður boðar frá á Facebook, at hann er skeivt endurgivin í Sosialinum, tá hann er endurgivin fyri at siga, at einki av partafeløgunum, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum skuld, hvørki tí almenna, privatum ella virkjum.

– Tað var eftir skuldsetingar í einum lesarabrævi á Vágaportalinum, har Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen vórðu lagdir undir at hava páført landinum tap gjøgnum partafeløg, at Sosialurin spurdi løgmann um hesi viðurskifti, sigur Eirikur Lindenskov.

Blaðstjórin á Sosialinum greiðir frá, at 31. mai er løgmaður inni á redaktiónini í Miðlahúsinum, og tá verður hann spurdur um hesi viðurskifti. Løgmaður verður spurdur beinleiðis, um nakað partafelag, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið tí almenna tap.

– Og til tað svaraði løgmaður púra greitt »nei«. Og fyri at verða heilt vísur, spurdi eg hann uppaftur, um nakað felag, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum tap, tí almenna, privatum ella virki, og løgmaður segði, at tað visti hann einki um, greiðir Eirikur Lindenskov frá.

– Eg spurdi hann uppaftur, um hann ikki átti at vitað tað, tá hann hevur verið stjóri og nevndarformaður, og til tað svaraði løgmaður, at eftir hansara bestu sannføring var alt uppgjørt, og at hvør hevði fingið sítt.

Tað eru meira enn tveir mánaðir síðani, at samrøðan við løgmann stóð í Sosialinum – tann 1. juni – uttan at løgmaður hevur gjørt nakrar viðmerkingar.

– Tað er páfallandi, at løgmaður nú kemur við hesi afturvísing nú, heldur Eirikur Lindenskov, sum vísir á, at Sosialurin fríggjadagin almannakunngjørdi ein av búroknskapunum hjá løgmanni, sum prógvar, at eitt av feløgunum millum annað hevur páført TAKS eitt tap upp á 200.000 krónur – og har samlaða tapið, sum er páført øðrum, er um hálva aðru millión krónur.

Orðini hjá løgmanni fullu á redaktiónini í Miðlahúsinum, og har var fult av fólki, sum hoyrdu tað, sum løgmaður segði.

barbara