Løgmaður er sum Bambi på glatis

Andstøðan koyrir á løgmann í Løgtinginum í dag, men hann læt ikki við seg koma

Løgmaður minnir um Bambi på glatis!

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og restin av andstøðuni, koyrdi hart á løgmann í løgtinginum í dag.

 

Samgongan roynir at fáa semju um eina fiskivinnuskipan, tí nýggjarsaftan fara øll loyvi úr gildi. Men spurningurin er, hvat hendir, skuldi tað hent, at ongin semja fæst.

 

Í tí sambandi hevur Høgni Hoydal boðað frá, at skuldi tann støða íkomið, skal støðan sjálvandi viðgerast í fyrisitingini. Og hann ásannar, at sambært galdandi lóg er heimild hjá landsstýrismanninum at endurnýggja loyvini í fimm ár. Men fer hann ikki at gera.

 

Hetta taka tinglimir í samgonguni sum at hann hóttir við at leggja flotan, fæst ongin semja um eina nýggja fiskivinnuskipan. Og í Løgtinginum í dag vildu fleiri tinglimir í andstøðuni hava at vita, hvat løgmaður sigur til tað.

 

Aksel V Johannesen vísir á, at Høgni Hoydal hevur ikki hótt við at leggja flotan. Men hann hevur gjørt greitt, at hann fer ikki at brúka heimildina í verandi lóg at leingja loyvini í fimm ár.

 

Annars heldur hann, at tað er eitt hugsað dømi at vit koma í ta støðu, tí ætlanin er avgjørt, at Løgtingið skal avgreiða uppskotið um fiskivinnuskipanina í næstu viku. Hann væntar ikki at vit koma í ta støðu, at flotin kann verða lagdur. Men hendir tað, fer Fiskimálaráðið sjálvsagt at kanna, hvørjar løgfrøðiligar møguleikar eru.

 

Men tinglimirnir í andstøðuni eru ikki nøgd við svarið, tí tey halda, at hann roynir at snúgva seg undan at svara.

 

Løgmaður minnir um Bambi på glatis, heldur Jákup Mikkelsen. Men hóast bæði Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jørgen Niclasen, strongdi á at fáa eitt meiri ítøkiligt svar, læt løgmaður ikki við seg koma. Hann fekst ikki at svara annað enn at ætlanin er at avgreiða málið í næstu viku, so tað er eitt hugsað dømi, at flotin skal liggja á nýggjárinum.