Løgmaður eyðmýktur í heimbýnum

Spenningur var til síðstu løtu, tá ið Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevði síðsta uppstillingarfund sunnudagin, har ein kvettroynd móti Jóannes Eidesgaard miseydnaðist

Lagt er upp til rokfund á Tvøroyri seinnapartin sunnudagin, tá Javnaðarfelagið hevur uppstillingarfund har.

Jólafriðurin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag var í vanda, eftir uppstillingarfundin í felagnum týskvøldið, har eini 40 limir møttu. Felagið skuldi finna tvey valevni til løgtingsvalið, eina kvinnu og ein mann. Skotið varð upp, at valevnini skuldu vera Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Nita Næs úr Hvalba. Nú hildu øll væl standa til. Men júst sum fundarfólkið ætlaði at avgreiða málið, skeyt Sverri Midjord eisini Kristin Michelsen, borgarstjóra, upp. Hetta var ikki væl móttikið og nú kom eldur í koluna.


Misálit í heimbygdini

Jóannes Eidesgaard, løgmaður av Tvøroyri kendi seg eyðmýktan og talaði við stórum stavum. Hann segði hetta vera eitt misálit á seg at skjóta Kristin Michelsen upp, tá fundurin hevði gjørt av, at tað skulu bara vera ein kvinna og ein maður. Tí var stríðsval einasti útvegur. Sverri Midjord gjørdist frá sær sjálvum, og ætlaði at rýma av fundinum, og taka sínar 300 atkvøður við sær, sum hann tók til. Men hann var rikin inn aftur. Eftir miklan orðadrátt var endin, at Kristin Michelsen tók seg av aftur listanum, tí hann ynskti ikki stríðsval millum seg og Jóannes Eidesgaard. Men hetta vildi Jóannes Eidesgaard ikki góðtaka, og fyri at ongin skuldi vera illtonktur fyri óreiðiligheit, helt hann uppá at hava enn ein uppstillingarfund.

Hesin fundurin var seinnapartin sunnudag, og tá var spennandi at vita, um vongurin hjá Kristin Michelsen hevði mobiliserað somikið, at tey fingu atkvøtt løgmann av listanum. Okkara keldur søgdu, at um Kristin Michelsen varð valdur fram um Jóannes, fór felagið í spønir.


Friður aftur

Men hóast lagt var upp til rok á uppstillingarfundinum hjá Javnaðarflokkinum í norðara parti av Suðuroynni sunnudagin, gekk fundurin stillisliga fyri seg. Úti ímóti 50 limir í felagnum møttu upp til fundin, har tey bæði valevnini skuldu finnast.

Men hvørki Sverri Midjord ella Kristin Michelsen møttu upp á uppstillingarfundinum, og vóru tey bæði Jóannes Eidesgaard og Nita Næs vald. So kvettroyndin móti løgmanni miseydnaðist á hesum sinni.