Løgmaður í føðingardag hjá Margrethu

Drotning Margretha hevur boðið løgmanni, Kaj Leo Johannesen, at luttaka í hátíðarhaldinum í samband við 70 ára føðingardagin 16. apríl.

Í kvøld verður løgmaður við til veitsluborðhald á Christiansborg Slotti. Hósmorgunin 15. apríl fara løgmaður og Hergeir Nielsen, løgtingsformaður á Fredensborg Slott at handa Margrethu drotning føðingargávuna frá landsstýrinum og løgtinginum. Gávan er ein møttul við møttlaspenni úr silvuri, ið er gjørt til høvi.

Hóskvøldið er løgmaður boðin til gallaframførslu og kvøldveitslu í Kongaliga Teatrinum.

Løgmaður er í morgun farin niður til Danmarkar og verður aftur í Føroyum fríggjadagin 16. apríl.