Løgmaður: Fólkaflokkurin er vælkomin

- Fólkaflokkurin skal vera vælkomin at verða við til at gera semju um ein nýggjan kommunubygnað. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Honum dámdi væl at lesa á Portalinum fyrr í dag, at Annika Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í innlendismálum, greitt og týðiliga sigur, at hon heldur, at Fólkaflokkurin eigur at vera við í eini semju um eina nýskipan á kommunuøkinum.

Sjálv hevur hon arbeitt nógv við kommunumálinum og hon segði við Portalin í dag, at ber til at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka, skal tað ikki standa á hennara stuðuli at bera málið ígjøgnum, og hóast hon ikki kann tala fyri allan flokkin, dugir hon ikki at síggja, at nakað skal vera í vegin fyri, at Fólkaflokkurin er við í eini semju.

Løgmaður sigur, at Fólkaflokkurin skal vera vælkomin við í arbeiðið, men hann vísir á, at tað er einamest í Fólkaflokkinum sjálvum, at mótstøðan ímóti kommunusamanlegging hevur verið harðast.

- Mær dámar væl, at Annika Olsen hevur ein uppbyggiligan hugburð til hetta málið og eg eri samdur við henni í, at tess fleiri flokkar eru við í eini semju, tess tryggari er semjan.

- Eg taki hetta avjørt sum eina útrætta hond og tað skal ikki standa á at royna at fáa Fólkaflokkin við í eini semju um kommunubygnaðin.

Løgmaður staðfestir samstundis, at ætlanin er framvegis at fáa eina politiska semju ímillum so nógvar flokkar, sum tilber um kommunubygnaðin.

- Tá ið semjan er fingin í lag, hevur tað minni at siga um málið verður avgreitt fyri ella eftir eitt løgtingsval.

Tað, sum liggur í kortunum nú, er, at Føroyar verða lagdar saman í níggju kommunur tann 1. januar í 2013 og at eldraøkið samstundis verður lagt undir kommunurnar at umsita.

- Skulu vit gera eina semjum er tað klárt, at broytingar skulu gerast, men tað er eisini greitt, at hetta verður bulurin í semjuni, tí uppskotið verður ikki kollvelt, sigur løgmaður.