SAMRÁÐINGARRÆTTUr
Enn er spurningurin um, hvønn Føroya Pedagogfelag skal samráðast við um nýggjan sáttmála ikki avgreiddur. Nevndin í felagnum greiddi á fundi í gjár álitisfólkunum frá støðuni. Í samrøðu í týsdagsblaðnum segði forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Carita Björklund, at felagið møguliga fer í arbeiðsteðg, um útfallið av ógreiðu støðuni ikki verður nøktandi fyri felagið. Í tíðindaskrivi, sum varð sent eftir fundin við álitisfólkini í gjár, sigur nevndin í felagnum nú, at avgerð er tikin um, at løgmaður fær eitt stutt skotbrá at svara klaguskrivinum frá felagnum.
Felagið hevur í skrivum víst bæði Helenu Dam á Neystabø og Karstini Hansen á støðuna. Týsdagin handaði felagið løgmanni klaguskriv, har felagið kærir framferðina hjá landsstýrisumboðunum, og vísir á, at tað kann ikki vera rætt, at Helena Dam á Neystabø á tingsins røðarapalli boðar frá, hvar samráðingarrætturin skal liggja, og at Fíggjarmálastýrið síðani, meir enn eitt hálvt ár aftaná, beint áðrenn sáttmálarnir ganga út, boðar felagnum frá, at tey ikki meta seg skula samráðast fyri dagstovnaøkið.
Kjarnan í málinum er, at Helena Dam á Neystabø sum landsstýriskvinna, á tingi svaraði fyrispurningum frá tveimum tingfólkum uppá, hvar samráðingarrætturin liggur eftir, at kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið 1. juli í fjør. Samráðingarnar skulu framhaldandi verða ímillum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag, segði hon.
Hesum úttalilsum hava bæði Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið handlað eftir. Sáttmálin varð sagdur upp at fara úr gildi 1. mars 2001. Sáttmálauppskotini vórðu handað Fíggjarmálastýrinum á fundi tann 1. februar, uttan at eitt einasta orð varð grett um skeiva adressu.
Í byrjanini av februar mánaði, kemur Fíggjarmálastýrið tilvildarliga eftir, at tey ikki meta seg at hava heimild at samráðast við felagið um dagstovnaøkið. Støðan er nú tann, at sáttmálin er farin úr gildi, dagstovnaøkið liggur í sáttmálaloysi, og tað er avgerandi neyðugt hjá felagnum at fáa greiði á rættarstøðuni.
- Fyri okkum tykist tað, sum um totalt áskil valdar í landsins umsiting. Vit fáa okkum illa at trúgva, at løgmaður fer at góðtaka, at til ber hjá einum aðalstýri meira enn eitt hálvt ár eftir, at lógin kom í gildi, at trýsta ígjøgnum eina tulking, sum beinleiðis er í andsøgn við tað, sum landsstýriskvinnan próvfast hevur boðað frá á tingsins røðarapalli, sigur nevndin í skrivi.