Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, tók sær í dag av løttum í Klaksvík, har hann fekk høvið at heilsa uppá hópin av kenningum á Føroya Sjómannadegi. Ein av mongum, sum hann skifti orð við, var Jóhan Páll Joensen, sum Kaj Leo í sínari tíð arbeiddi saman við á Kósini.
Nú er Jóhan Páll farin út aftur at sigla, og var tað ikki frítt, at løgmaður, sum eisini er skipsførari og hevur silgt nógv, ynskti seg aftur á havið, har bylgjan gongur so fríð. Teir báðir fingu eitt gott prát um gamlar dagar - og ikki minst um framtíðardreymar.
Í stuttari viðmerking helt løgmaður, at Føroya Sjómannadagur er eitt megnar tiltak, sum menninir handan tiltakið hava sett á beinini nú á áttanda ári á rað - Klaksvíkini og Føroyum at frama.
- Tit eru ófør her norðuri, segði løgmaður við einum smíli, áðrenn hann helt leiðina fram norður eftir Stangabrúnni saman við børnunum og konuni.
Myndina av løgmanni, Kaj Leo Johannesen og Jóhan Páll Joensen, tók Dávur Winther.