Løgmaður fer at umbera seg

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, væntar, at løgmaður velur loysn nummar tvey, har hann fer at geva Tjóðveldisflokkinum eina umbering. Góðtekur Tjóðveldisflokkurin eina møguliga umbering frá løgmanni, so hevur rættartrygdin í Føroyum fingið eitt skot fyri bógvin, heldur hann

Formaðurin í Javnaðarflokkurin, Jóannes Eidesgaard, situr framvegis spentur og bíðar, hvørja endaligu støðu, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin fara koma fram til í málinum um fortíðina hjá løgmanni á Frostvirkinum í Norðdepli.
Hann heldur, at málið er eitt frálíkt dømi, um eitt val millum vald og moral. ? Eg havi ein mistanka um, at Tjóðveldisflokkurin fer at velja valdið fram um moralin, og tað harmar meg nógv. Gera teir tað, so skúgva teir alla virðingina í einum demkratiskum samfelagið til viks, og tað er rættiliga álvarsamt, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at møguleiki eitt er útihýstur, tí løgmaður hevur ikki møguleika at reinsa seg, eftir at hann hevur alment viðgingið, at óreglusemið fór fram á Frostvirkinum.
Jóannes Eidesgaard væntar, at løgmaður fer at velja loysn nummar tvey, tí Anfinn Kallsberg er ikki maður nokk at leggja kongin, og tí fer hann at royna at umbera seg.
- Spurningurin verður hvussu umberingin verður orðað, og um Tjóðveldisflokkurin kann góðtaka hana. Verður tað til eina umbering, og hon verður góðtikin, so er Tjóðveldisflokkurin farin rættiliga langt, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, fer at fáa
ómetaliga torført við at sannføra føroyingar um, at tað er rætt at yvirtaka rættarskipanina, um Tjóðveldisflokkurin fer at góðtaka eina umbering frá løgmanni. Høgni Hoydal fær ein trupulleiki at sannføra fyvirtaka rættarskipanin, tverður rættarliga sæð gjøgnum fingrarnar hjá summum(løgmaður, blðm), meðan onnur skulu rættarfylgjast.
Góðtekur Tjóðveldisflokkurin eina umbering, er tað eitt stórt skot fyri bógvin fyri rættartrygdini í Føroyum, heldur Jóannes Eidesgaard at enda.