Løgmaður á fund við donsku stjórnina

Fyrrapartin í morgin verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.

 

Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina, stjórnarskipanina og norðurlandamál.   

 

Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.

 

Løgmaður kemur aftur til Føroya í annaðkvøld.