Løgmaður gjørdi seg inn á Løgtingið

Formansskapurin fer nú at taka málið upp fyri at vita, hvat skal gerast við tað, sigur Edmund Joensen

Stýrisskipanin

 Løgmaður hevur beinleiðis gjørt seg inn á Løgtingið. Og nú mugu vit viðgera støðuna fyri at vita, hvat vit skulu gera við tað.
Nú Løgtingið er farið í jólafrí, er tað ikki bara góð minni, Edmund Joensen, løgtingformaður, hevur við sær norður aftur á Oyri.
Tað, sum hann sipar til, er fyrst og fremst málið, har løgtingið samtykti at geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild til at áseta inngjaldið í barnsburðargrunnin.
 Inngjaldið í barnsburðargrunnin og inngjaldið í ALS, eru skattir og tað er bara Løgtingið, sum hevur heimild at útskriva skatt. Tað stendur heilt greitt í stýrisskipanarlógini og tí er tað beinleiðis brot á sýrisskipan okkara, at Løgtingið nú hevur samtykt at geva landsstýrismanninum í vinnumálum loyvi at áseta inngjaldið til barnsburðargrunnin.
Edmund Joensen sigur, at formansskapurin í Løgtinginum viðgjørdi spurningin væl og virðiliga.
 Tað eru tríggir løgfrøðingar á Løgtingsskrivstovuni. Og hjá teimum er ongin ivi: Tað er brot á stýrisskipanina at geva landsstýrismanninum heimild at áseta inngjaldið til barnsburðargrunnin.

Gjørdi seg inn á Løgtingið
Hann sigur ein samdur formansskapur í løgtinginum heitti tí á Løgtingið um at burturvísa tí partinum av uppskotinum, sum gav landsstýrismanninum heimild til at áseta inngjaldið.
 Men í hesum málinum vil eg siga, at Løgmaður gjørdi seg inn á Føroya Løgting. Tað gjørdi hann við at fáa ávirka Løgtingið til at samtykkja tað kortini.
Løgmaður førdi fram, at tað var ein pragmatisk loysn og heitti tí á Løgtingið um at samtykkja uppskotið við teirri áseting, at landsstýrismaðurin skuldi fáa heimild at áseta inngjaldið til barnsburðargrunnin.
Ein pragmatisk loysn kann kanska best umsetast til at vera ein skilagóð loysn.
 Hetta hevur onki við pragmatismu at gera, sigur Edmund Joensen. Hetta er ein spurningur um stýrisskipanina og tí er hetta ein spurningur gróthørð løgfrøði, sum løgfrøðingarnir skulu avgerða og ikki politikararnir.

Skal takast upp
Løgtingsformaðurins sigur, at nú er tað so ein spurningur um, hvørjar avleiðingar hetta skal fáa.
 Ì fyrstu syftu kann hvør einasti borgari, sum ikki góðtekur, at landsstýrið ásetur inngjaldið til grunnin, stevna landsstýrinum.
 Tað hava ikki færri enn tvey fylgjandi Løgting samtykt, at rætturin til at útskriva skatt skal eina og aleina liggja hjá Løgtinginum. Men tá ið landsstýrismaðurin nú er farin at útskskriva skatt, kann ein og hvør borgari, sum verður trektur í løn til barnsburðargrunnin, leggja sak fyri at vita, um Landsstýrið hevur rætt til tað.
Edmund Joensen leggur dent á, at hetta er ikki bara galdandi fyri Barnsburðargrunnin.
 Hetta er eisini galdandi fyri ALS, sigur hann.
Løgtingsformaðurin sigur, annars, at ongin ivi er um, at hetta er ein spurningur, sum formansskapurin fer at taka upp í næstum fyri at vita, hvørjar aveleiðingar hetta skal fáa, at stýrisskipanin er brotin.
Sjálvur hevur hann í løtuni onki boð upp á, hvat fyri eftirspæl hetta skal fáa.
Men hann heldur, at ein máti er, at formansskapurin fer at arbeiða fyri at fáa Løgtingið at broyta samtyktina.
 Ein máti er, at Løgtingið tekur í egnan barm og viðurkennir, at samtyktin er brot á stýrisskipanina og broytir hana, sigur Edmund Joensen.
 Sum málið stendur nú, hava landsstýrið og nevndin í ALS eina heimild, sum tey ikki hava og ein máti at rætta tað kann vera, at løgtingið tekur í egnan barm og ásannar, at samtyktin er brot á stýrisskipanina og ger nýggjar samtyktir, sum fær viðurskiftini í rættlag.

Ikki fyrstu ferð
Annars vísir Edmund Joensen á, at hetta er ikki einastu ferð, at Landsstýrið rør framundir eitt brot á sjálva stýrisskipanina.
 Tað gjørdi landsstýrið eisini, tá ið tað ætlaði at seta íslandssáttmálan í gildi við lóg, hóast vit hava greiðar og viðurkendar mannagongdir fyri, hvussu slíkir sáttmálar skulu setast í gildi. Teir skulu setast í gildið við at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið og so at broyta allar lógir, sum sáttmálin fevnir um, og laga tær eftir sáttmálanum.
Í hesum føri ætlaði landsstýrið eisini at tiltuska sær heimildir, sum tað ikki hevur, men sum løgtingið eigur.
Løgtingsformaðurin fegnast um, at tað málið kom aftur á beint, so at íslandssáttmálin verður settur í gildið eftir bókini.
Somuleiðis staðfestir hann, at tað er stað óheppið, at ivi skal vera sáddur um, antin stýrisskipanin er brotin ella ikki.

Grundleggjandi ósemja um grundleggjandi spurning
Eru inngjøldini til ALS og Barnsburðargrunnin skattur ella ikki.
Tað er ein grundleggjandi spurningur, sum løgting og landsstýrið eru grundleggjandi ósamd um.
Í Stýrisskipanini stendur, at tað er bara Løgtingið, sum hevur heimild til at krevja inn skatt.
Men nú løgtingið akkurát hevur samtykt lógina um Barnsburðargrunn, hevur tað givið landsstýrismanninum í vinnumálum heimild til at áseta inngjaldið til grunnin.
Og stóri stríðsspurningurin er nú, um hetta er brot á stýrisskipanina ella ikki.
Tá ið Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, legði uppskotið um barnsburðargrunnin fyri Løgtingið, staðfesti hann at inngjaldið til grunnin hevur eyðkenni av at vera ein skattur.
Ì viðmerkingunum til uppskotið, staðfestir hann, at eingin neyv allýsing er av innihaldinum í skattahugtakinum í stýrisskipanarlógini, men vanliga verður hildið, at tað fevnir um lógarkravd gjøld til tað almenna, og sum ikki kunnu fatast sum viðurlag fyri eina ávísa mótveiting frá tí almenna.
 Barsilsgjaldið er kravt (tvungið) og fer í landskassan. Einki ávíst samband er ímillum tað, ið verður rindað til skipanina, barsilsgjaldið, og tað, ið fæst úr skipanini, barsilspeningurin.
 Barsilsgjaldið hevur eyðkenni av skatti, og tað kann tí vera ivi um, hvørt tað er í samsvari við stýrisskipanarlógina, at landsstýrismaðurin kann broyta inngjaldsprosentið, segði Bjarni Djurholm.
Tí mælti hann sjálvur til, at hann hann misti heimildina at áseta inngjaldið
Men ein samd vinnunevnd hjá Løgtinginum var eini heilt aðrari áskoðan.
Í sínum viðmerkingum til uppskotið, vísir vinnunevndin á, síðani 1997 hevur stýrið fyri ALS havt heimild til at broyta inngjaldsprosentið til ALS innan fyri eitt ávíst mark.  Hendan skipan hevur virkað væl, og tí sær nevndin onga orsøk til, at Løgtingið broytir kós í spurninginum um at geva øðrum enn Løgtinginum heimild til at áseta inngjaldið til barsilsskipanina ella arbeiðsloysisskipanina.
Ein samd vinnunevnd mælir tí løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at landsstýrismanninum skal hava heimild til at broyta inngjaldið til barnsburðargrunnin innanfyri eitt mark, sum Løgtingið ásetir. Tað vil siga, at inngjaldið kann ikki verða hægri enn 0,62% av lønini.
Les meiri aðra grein, har løgmaður sigur, at hann er alt annað enn samdur við løgtingsformannin.