Tað eru nógvir ótrúliga góðir lutir at draga fram um panamerikanska endaspælið í manshondbólti sum Grønland hevur verið vertur fyri farnu dagarnar.
Grønlendsku áskoðararnir - 2.100 í tali - hava verið í heimsklassa, og hava veitt sínum liði ein fullhjartaðan og oyradoyvandi stuðul, bæði tá tað hevur gingið væl og minni væl.
Eisini er hugtakandi at síggja framúr góðu umstøðurnar til altjóða manshondbóltsdystir sum eru í høllini í Nuuk.
Tað sum tó fangar eygað mest er, at grønlendski "løgmaðurin", landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen ikki leggur nakað í "VIP", pinnamat ella jakkasett tá hann er til dystirnar hjá Grønlandi í tí panamerikanska endaspælinum.
Landsstýrisformaðurin hevur verið ein vanligur áskoðari og stuðul, og hann hevur sitið millum vanliga fólkið, og hann hevur veittrað við grønlendska flagginum, málað andlitið og hevur stuðlað grønlendska liðnum sum allir hinir fantastisku grønlendsku áskoðararnir. Tað hevur verið sera hugtakandi at eygleiða Kim Kielsen tá ein hevur hugt eftir stroymingini hjá KNR frá dystunum hjá Grønlandi í tí panamerikanska endaspælinum.
Kim Kielsen hevur verið landsstýrisformaður síðani 2014, og er útbúgvin løgreglumaður. Áðrenn hann fór á løgregluskúla var Kim Kielsen fiskimaður.