Løgmaður hótti við løgtingsvali nú

Verða uppskot hjá andstøðuni, sum kosta nógvar pengar, samtykt í Løgtinginum, er ikki grundarlag at halda fram í samgonguni, og so verður nýval. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður í Løgtinginum fyri eini løtu síðani.

 

Týsdagin feldi Løgtingið eitt uppskot frá andstøðuni um at gera tunnilin til Fámjins og til Dals, og Bárður á Steig Nielsen vildi hava at vita frá løgmanni um tað er hald í tíðindunum um, at hann hevði hótt við at útskriva val, vórðu uppskotini samtykt.

 

Aksel V. Johannesen segði, at teirra uppgáva í samgonguni er at tryggja, at tað er fíggjarligt skil í tí, sum verður gjørt og tískil er neyðugt at leggja eina langtíðarætlan. Hann staðfesti samstundis, at tað er nettupp tað, samgongan hevur gjørt, tí tað er ein sannroynd, at tað er ikki fíggjarliga ráðiligt at gera alt í senn.

 

Og tann ætlanin er, at av styttru tunlunum skal tunnilin til Dals gerast fyrst og síðani tunnilin til Dals. Og av teimum longri tunlunum skal Hvalbiartunniling gerast fyrst, og síðani tunlarnir Norður um Fjall.

 

Samstundis sigur hann, at hann hevur gjørt greitt, at verða kostnaðarmikil uppskot hjá samgonguni samtykt, uttan at tað er semja um tað í samgonguni, er ikki grundarlag fyri at halda fram, og so verður nýval. Men hann leggur afturat, at hetta er ikki bara galdandi fyri tunlar, men fyri øll viðurskifti, sum heild.

 

Hann sigur, at Løgmaður hevur heimild til at útskriva val. Tann heimild skal ikki misbrúkast, men verður fíggjarligt skil ikki brúkt, verður hon brúkt, legði hann afturat.