Løgmaður heldur flaggdagsrøðu í Vági

Flaggdagshaldið í Vági verður sum vant við minnisvarðan flaggdagin og aftur í ár er røðarin suðuroyingur, men er tó landskendur og ikki ein og hvør

Skótaliðið Royndin í Vági skipar aftur í ár fyri flaggdagshaldi við Minnisvarðan. Í ár verður tað løgmaður, Jóannes Eidesgaard, ið heldur røðuna. Haldið verður flaggdagin klokkan 15:00.
                      Royndin hevur í mong ár skipað fyri flaggdagshaldinum í Vági og sum vanligt er, so verður eisini Kirkjukórið Ljómur við og setur dám á løtuna.                      Skótaliðið hevur navn eftir Royndini Fríðu, sum Nólsoyar Páll bygdi á Fløtuni Fríðu í Vági. 200 ár eru síðani hesa hending og tí verður gjørt  burturúr. Eftir flaggdagshaldið bjóða skótarnir kaffi og køkur í Skótahúsinum.