Løgmaður hevur borið seg klókt at

? Men skulu vit vera við, skal nýggj samgonga skipast. tað frægasta hevði verið at havt nýval til Løgtingið, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins

 

Fullveldi


?Tað er einki at ivast í, at tað, sum løgmaður nú hevur gjørt, minkar um hansara trúvirði. Men kortini haldi eg, at hann hevur tikið eitt klókt stig.

Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, staðfestir, at tað er hend ein øgilig broyting í fullveldistilgongdini hjá landsstýrinum.

Men hann fegnast um, at fólkaflokkurin hevur lagt á annan bógv og hevur ásannað, at tann breiða semjan, hann hevur sóknast eftir, ikki kundi finnast innanfyri teir karmar, sum upprunaliga vórðu lagdir fyri fullveldistilgongdini.

? Tí er tað onki at ivast í, at tað, sum fólkaflokkurin nú hevur lagt fram, liggur munandi nærri tí, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki kann taka undir við.

Hann sigur, at uppskotið, sum fólkaflokkurin nú hevur lagt fram, líkist rættiliga nógv uppskotinum hjá javnaðarflokkinum um, hvussu viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark skulu skipast. Sjálvt uppskotið hjá fólkaflokkinum hava vit prentað aðrastaðni í blaðnum.

?Tey fýra fyrstu punktini í uppskotinum hjá fólkaflokkinum, fær javnaðarflokkurin ongar trupulleikar við at góðkenna. Tey eru púra í samsvar við okkara sjálvstýrislóg.

?Tað fimta punktið, um at minkað blokkin niður í onki eftir eini skipaðari ætlan, eru vit ikki heilt samd í. Vit halda ikki, at veitingin skal fella burtur eftir einum ávísum áramáli. Vit halda, at tað er rættast at minka blokkin úr Danmark so hvørt føroyski búskapurin veksur.

Hinvegin heldur formaður javnaðarfloksins, at yvirtøkurnar, sum fólkaflokkurin nevnir í punkti seks, eru ein spurningur um politiska raðfesting, sum eigur at verða nærri viðgjørd.

?Búskapargrunnin taka vit undir við. Men vit halda kortini ikki, at hetta er eitt mál, sum skal viðgerast í hesum samanhagninum, tí tað er eitt føroyskt mál burturav.


Yvirvaldsrættur ongin trupulleiki

Eitt, sum tjóðveldisflokkurin serliga heftir seg við í nýggja uppskotinum hjá fólkaflokkinum, er, at eftir tí skal danskur yvirvaldsrættur í Føroyum góðkennast. Men tað voldir ikki javnaðarflokkinum trupulleikar

? Nú veldst um, hvussu veruleikakent, ella veruleikafjart, vit uppfata hugtakið yvirvaldsrættur. Hjá javnaðarflokkinum er ongin ivi um, at vit eru í danska ríkinum. Eftir okkara tykki hevur ríkisfelagsskapurin eitt innihald, tvs, at tað eru summi málsøki, sum hoyra ríkinum til og sum verða umsitin av ríkisfelagsskapinum. Tað eru hesi málini, ið Løgmaður í sínum uppskoti nevnir mál, "ið eru tengd at yvirvaldsrætti ríkisins".

? Tí síggja vit ongan trupulleika at góðkenna danskan yvirvaldsrætt í Føroyum á summum økjum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard nevnir undirgrundina sum eitt dømi.

? Vit hava fingið lóggávuvaldið og umsitingarvald yvir undirgrundini. Men sjálvan yvirvaldsrættin hava vit ikki fingið.


Mugu hava stjórnarskifti

Men Jóannes Eidesgaard leggur framvegis dent á, at Javnaðarflokkurin fer ikki at vera stuðulsflokkur hjá samgonguni í hesum málinum.

? Skulu vit taka lut í arbeiðnum at umskipa viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, skulu vit hava eina nýggja samgongu, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur, at tað ruddligasta hevði verið at havt eitt løgtingsval, so at veljarin fekk høvi at siga sina hugsan. Ikki minst nú, løgtingsval skal vera um eitt ár kortini. Hinvegin er tað til stóran skaða, at málið um viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark ikki verður loyst, tí sum er, tekur tað allar politiskar kreftir, so at øll onnur mál liggja á láni. Í so máta hevði tað verið at fegnast um, at hetta málið fekk eina skjóta loysn nú. Men í øllum førum skal nýggj samgonga skipast, sigur Jóannes Eidesgaard.