Løgmaður hitti Al Gore

Um middagsleitið vitjaði Al Gore í Tinganes. Hann hitti løgmann, Høgna Hoydal landsstýrismann í uttanríkismálum og Helenu Dam á Neystabø landsstýriskvinnu í løgmálum, til eitt prát um Føroyar og veðurlagsbroytingar.

Løgmaður lýsti støðuna og tilgongdina á umhvørvisøkinum í Føroyum. Hann legði dent á, at landsstýrið fer at raðfesta umhvørvisøkið høgt í framtíðini, og Føroyar skulu samtykkja altjóða sáttmálar. Føroyar eru viðbreknar mótvegis veðurlagsbroytingum, men hava samstundis framúr góðar møguleikar fyri at gerast ein depil fyri umhvørvisgransking.

Al Gore legði dent á týdningin av einari globalari fatan av veðurlagsbroytingunum. Munagóð tiltøk mugu gerast beinanvegin, um ikki avleiðingarnar skulu gerast fatalar - sum hann málbar seg. Hann vísti eisini stóran áhuga fyri ætlanini at seta á stovn ein Trans Atlantiskan havgranskingarstovn í Føroyum.