Løgmaður ivast í lógarsmíði

Løgmaður ivast stórliga í, um lógin um persónsupplýsingar byggir á góðan lógarsið. Tað gjørdi hann løgtinginum púra greitt mikudagin, tá munnligir fyrispurningar vóru á lofti. Lógin má broytast kortini, tí hon samsvarar ikki við ætlanirnar um ein føroyskan virðisbrævamarknað, sigur hann

Málið um persónsuppplýsingar, sum hevur ført til, at Elektron hevur stevnt landsstýrinum, tí teirra Gjaldskipan steðgar upp, hevur fingið politisk bein at ganga á.
Eftir áhaldandi trýst frá bæði vinnuni og politisku skipanini, hevur løgmaður spurt seg fyri hjá løgmálaráðnum, sum nú hevur svarað honum. Løgmaður heldur svarið vera nøktandi, og sostatt fær málið ongar avleiðingar fyri Høgna Hoydal, landsstýrismann við lógarmálum. Men lógin gevur kortini løgmanni stórt høvuðbrýggj.
? Eg ivist framvegis stórliga í, um hendan lógin samsvarar við góðan lógarsið, serliga tí at tað í eini lóg, sum skal tryggja persónsupplýsingar, verða tikin serlig vinnupolitisk atlit, sigur Anfinn Kallsberg.

Tingsins vilji
Tað er serliga hetta, at vinnupolitisk atlit liggja í buktini, sum hevur fingið ilt í aðrar politikarar og hevur fingið Elektron at stevna. Dáturáðið hevur nevniliga staðfest, at trygdin hjá hinum einstaka er í góðum hondum í Gjaldskipanini, sum í sambandi við peningaflytingar sendir persónsupplýsingar til Danmarkar.
Kortini hevur Høgni Hoydal lýst eina kunngerð, ið steðgar skipanini. Løgmaður heldur kortini ikki, at Høgni Hoydal kann lastast.
? Tað skerst ikki burtur, at tingsins vilji hevur verið, at landsstýrið skal tryggja, at sum mest av peningasamskifti millum føroyingar í Føroyum skal fara fram innan okkara landoddar. Hinvegin tykist tað í dag ógreitt, um ein meiriluti í løgtinginum í dag tekur undir við teirri lóg, sum varð samtykt á løgtingi á sinni, sigur Anfinn Kallsberg.
Nú ynskir løgmaður ta lógina, sum alt rokið stendst av, broytta.

Má broytast kortini
Alt bendir á, at lógin má broytast undir øllum umstøðum.
Løgmaður vísir á, at stovnsetanin av einum føroyskum virðisbrævamarknaði, sum verður tengdur at útlendskum marknaði, krevur, at persónsupplýsingar kunnu flytast av landinum. Reglurnar í verandi lóg samsvara heldur ikki við reglurnar í samstarvssáttmálanum millum Føroyar og Ísland, sum verður arbeitt við í løtuni.
? Eg ætli tí at taka málið upp í samgonguni fyri at kanna um undirtøka er fyriat leggja málið fram aftur fyri løgtingið, sigur Anfinn Kallsberg.
Sambandsflokkurin hevur longu lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina, men í løgtinginum mikudagin fekst eingin ábending um, hvørja lagnu tað uppskotið fær. Avgerandi verður helst, hvørja støðu Fólkaflokkurin fer at taka. Jógvan á Lakjuni, sum eisini er formaður í Rættarnevndini, dróg á bæði.
? Spurningurin er, um vit verja vinnuna ella upplýsingar í hesi lógini. Kanska blanda vit tingini saman. Men eg haldi tað vera rætt, at vit royna at varðveita persónsupplýsingar í Føroyum. Í øllum førum tá ið talan er um flytingar, sum fara fram í Føroyum, sigur Jógvan á Lakjuni.

Jánkasligt svar
Tað var Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum, sum reisti spurningin í løgtinginum mikudagin. Hann hevur gjørt seg til talsmann hjá Elektron og peningastovnunum, og hann var alt annað enn nøgdur við svarið hjá løgmanni.
? Løgmaður melur uttan um tað sentrala. Enn einaferð spyr hann tann ákærda, um hann er sekur. Vit kundu havt eina vón um, at hann hugdi eftir rættartrygdini. Hetta málið snýr seg um eina fyritøku, sum hevur fingið loyvi at menna eina skipan, og nú verður tað loyvi undirgrivið. Fólk og fyritøkur mugu hava eina trygd fyri, at tey virka í einum rættarsamfelagi, sigur Kristian Magnussen.