Løgmaður kann ikki misbrúka embætið

-Tað er bara ein gongd leið nú, og tað er, at løgmaður leggur frá sær, so vit fáa eina virkisføra samgongu, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen


Politikkur


-Í veruleikanum er tann politiska støðan ógvuliga greið. Samgongan hevur mist sín meiriluta í Løgtinginum, og so eigur løgmaður at leggja frá sær.


Fólkaflokkurin stendur ikki upp á spring at sleppa upp í samgonguna, sum nú hevur mist meirilutan í Løgtinginum. Til tess eru partarnir alt ov ósamdir. Eitt nú kann Fólkaflokkurin ikki taka undir við skatta- og avgjaldspolitikkinum hjá samgonguni, so skal flokkurin í landsins stýri, má byrjast av nýggjum.


Jørgen Niclasen sigur, at tað eru tvinnir møguleikar. Annar er, at samgongan verður víðkað við Sjálvsstýrisflokkinum, sum kortini ikki er serliga sannlíkt út frá tí, sum teir báðir tingmenninir hjá flokkinum hava sagt. Hin møguleikin er so, at Jóannes Eidesgaard leggur frá sær.



Má fara frá


Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur ikki, at Jóannes Eidesgaard hevur annað í at velja enn at leggja frá sær. Hann vísir á, at løgmaður hevði møguleikan at halda fram við undanfarnu samgongu aftan á seinasta val, men at hann valdi ta núverandi ístaðin fyri. Tað valið hevbur víst seg at vera skeivt, heldur Jørgen Niclasen.


-Vit hava sæð eina ósemju fyri og aðra eftir, og úrslitið er, at vit hava havt eina óarbeiðsføra samgongu síðani valið. Nú mugu vit fáa eina nýggja samgongu, sum kann arbeiða, sigur Jørgen Niclasen.


Hann heldur lítið um ætlan løgmans at halda fram við einum minnilutastýri:


-Jóannes Eidesgaard hevur víst, at hann kann ikki stýra einum meiriluta, og enn minni kann hann stýra einum minniluta, sigur fólkafloksformaðurin.



Misálit kann koma


Tann nýggja parlamentariska støðan hevur reist spurningin um misálit á sitandi landsstýri, og tann tankin er ikki so fjarur hjá formanninum í Fólkaflokkinum.


-Jú, eitt uppskot um misálit kann saktans koma upp á tal, men tað nyttar sjálvandi ikki at koma vbið tí, uttan at ein hevur vissu fyri, at minst 17 atkvøða fyri tí, sigur Jørgen Niclasen. Hinvegin væntar hann ikki, at tað verður neyðugt við misáliti.


-Eg vænti, at løgmaður fer frá. Tað er mark fyri, hvat ein kann misbrúka løgmansembætið til, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.