- Eftir at hava lisið Sosialin fríggjadagin kann væl eingin vera í iva um, at landskassin við tíðini fer at spara nógvar pengar, um vit broyta verandi lønarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er meira avgjørdur enn nakrantíð. Skil skal koma á lønarviðurskiftini í Tinganesi.
Fríggjadagin varpaði Sosialurin ljós á eftirlønina hjá landsins leiðarum. Talan er um eina fjalda og sera lukrativa eftirløn, sum ikki er bókað nakrastaðni, men hevur milliónavirði. Eftir átta árum í Tinganesi hava løgmaður og landsstýrisfólk rætt til fulla eftirløn, so leingi tey og hjúnarfelagar teirra eru á lívi. Hesin lógartryggjaði rættur hevur í meðal eitt virði á umleið tvær milliónir krónur, sum skulu leggjast afturat árslønini hjá landsins leiðarum. Í okkara roknistykkjum, gjørd saman við serfrøðingum á økinum, hevur løgmanslønin í meðal eitt reelt virði á 2,8 milliónir krónur, tá gylta eftirlønin er íroknað. Fyri landsstýrisfólk hevur lønin, íroknað fjaldu eftirlønina, eitt virði á góðar 2,5 milliónir krónur.
Øll landsstýrisfólk, sum hava sitið síðani 1998, koma undir verandi, lukrativu skipan. Fleiri ferðir hava fjølmiðlar sett spurnartekin við rímiligheitina í hesi skipan, og ikki færri enn trý álit eru skrivað um lønarviðurskiftini hjá landsins leiðarum síðstu árini. Eitt álit lá á borðinum á Løgmansskrivstovuni, tá Kaj Leo Holm Johannesen tók við sum løgmaður í 2008. Eitt álit um tað sama varð handað honum í 2009, og tað triðja álitið um lønar- og eftirlønarviðurskiftini varð handað løgmanni gamlaárskvøld í fjør.
- Eg havi ikki havt politiska undirtøku fyri at broyta hesi viðurskifti. Men nú, eftir at ljós aftur er varpað á málið, tykist tað sum um stemningurin er vendur. Nú skal hetta fáast uppá pláss, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður ætlar sær framvegis í løgtingið við einum lógaruppskoti um hesi viðurskifti fyri jól. Lógaruppskotið byggir á álitið um ”samsýning og eftirløn landsstýrismanna”, sum løgmaður fekk handað gamlaárskvøld. Álitið hevur greið tilmæli um, hvussu bæði lønar- og eftirlønarviðurskiftini skulu skipast, umframt hvussu verandi skipan við kostnaðarendurgjali, vanliga nevnd koyripengar, kann avloysast av eini meira tíðarhóskandi skipan. Við so greiðum tilmælum átti alt annað líka at verið rímuliga lætt at smíða neyðuga lógaruppskotið. Men ein spurningur verður tó ikki svaraður í álitinum. Nevniliga skiftistíðin frá gomlu skipanini til nýggju skipanina.
Skiftistíðin
Í Tinganesi hava tey enn ikki lýst spurningin um skiftistíðina.
- Nei, hartil eru vit ikki komin enn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum í sama viðfangi vísir á týdningin av at fáa júst hesi viðurskifti uppá pláss.
Sjálvur hevur løgmaður einki boð uppá, hvørjar grundreglur skulu vera galdandi fyri eina skiftisskipan millum tvey so ymiskar lønarskipanir.
- Nei, men tað er greitt, at talan má vera um eina rímiliga skiftisskipan, sum bæði tryggjar, at eingin dettur niðurímillum, og at heldur eingin fær tað øðiliga gott, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Landsstýrisfólk spara ikki eina krónu upp í eftirløn eftir verandi skipan. Hinvegin upptjena tey sær ein pensjónsrætt, tað vil siga rættin til eftirløn seinni. Sambært álitinum skulu landsstýrisfólk fáa 15 prosent av síni løn flutta inn á eina góðkenda eftirlønarskipan. Ein politikari, sum hevur upptjenað sær fullan pensjónsrætt eftir verandi skipan, stendur á berum, um viðkomandi skal inn í eina nýggja pensjónsskipan eftir næsta val. Hinvegin kunnu pensjónsárini gerast enn meira gylt fyri viðkomandi politikara, um viðkomandi bæði kann varðveita sín gamla pensjónsrætt, umframt byrja at tjena sær eina nýggja, almenna pensjón.
- Nei, vit skulu so ikki inn á eina skipan, har landsstýrisfólk byrja at tjena sær rætt til fleiri eftirlønir. Vit skulu ikki innføra eina nýggja skipan við dupultlønum, svarar Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur.
Hinvegin hevur løgmaður lítlan hug til at pilka við tann pensjónsrætt, ið løgmaður og landsstýrisfólk longu hava upptjenað sær eftir verandi skipan.
- Nei, hatta er væl ein lógartryggjaður rættur, sum ringt er at gera nakað við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hóast løgmaður enn ikki vil binda seg til nakað, so gevur hann tó greitt til kennar, at talan neyvan verður um at gera nakað afturvirkandi.
Sambært einum yvirliti hjá Sosialinum hava øll tey, sum í dag sita í landsstýrinum, upptjenað sær fullan pensjónsrætt, tá hetta valskeiðið er av. Tað merkir, at tey hava rætt til hægstu eftirløn, so leingi tey ella hjúnarfelagin er á lívi. Einasta undantak er Annika Olsen, sum manglar hálvt annað ár í at røkka fullan pensjónsrætt, tá valskeiðið er av.
Lønin
Arbeiðsbólkurin mælir í sínum áliti til løgmann til at verandi skipan við borðfæ, fríum bústaði og kostnaðarendurgjaldi verða tiknar av. Í staðin skulu løgmaður og landsstýrisfólkini fáa hægri løn, umframt frían ráðharrabil uttan førara.
Tilmælið leggur upp til eina árliga lønarhækkan á umleið 200.000 krónur til løgmann, meðan landsstýrisfólkini fáa umleið 170.000 krónur omaná lønina.
- Lønarhækkanin kemur so í staðin fyri verandi, skattafríu ágóðar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður hevur tó lítlan hug at tvinna nevndu lønarhækkan saman við eftirlønini. Hetta er tó áhugavert, tí sambært galdandi skipan verður lønin hjá løgmanni nýtt sum útrokningargrundarlag, tá pensjóneraðir løgmenn og landsstýrisfólk fara í landskassan eftir sínum lógartryggjaða pensjónsrætti, ið kann vera heilt upp til 60 prosent av lønini. Ella sagt við øðrum orðum - hækkar lønin, so hækkar eftirlønin eisini.
Spurningurin, hvørt ætlaða lønarhækkan skal við í útrokningargrundarlagið, er framvegis ikki svaraður.
Í tingið
Løgmaður hevur framvegis sum mál at bera lógaruppskot um at broyta lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólki í tingið fyri jól.
Embætisfólk í Tinganesi arbeiða í løtuni við at orða lógaruppskotið. Men sum áður nevnt er spurningurin um skiftistíðina eftir at loysa.
- Spurningurin skal tó vera lýstur út í æsir, tá lógaruppskotið verður borið í løgtingið. Eingin skal vera í iva um, hvussu skiftisskipanin kemur at síggja út, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður ætlar, at nýggja lønar- og eftirlønarskipanin skal koma í gildi eftir næsta val.
- Hetta er ikki ein spurningur um jólagávur til mín, eins og onkur fjølmiðil hevur gjørt tað til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.