Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú amerikanski forsetin í nátt avlýsti danmarkarvitjan sína og harvið eisini fundin, sum Aksel V. Johannesen skuldi hava við amerikanska forsetan.
– Men eg má siga, at tað virkar eitt sindur løgið, at hann soleiðis mitt í tí heila avlýsir vitjanina.
Løgmaður og embætisfólk høvdu annars lagt ætlanir um, hvat løgmaður skuldi bera upp á mál, nú hann fekk høvi at hitta amerkanska forsetan. Men løgmaður liggur tó ikki svøvnleysur av tí, at hann kortini ikki sleppur á fund við amerikanska forsetan.
– Nei, tað geri eg ikki. Tá tú fært høvi at hitta amerikanska forsetan og leggja føroysk sjónarmið fram fyri hann, so tekur tú sjálvandi av. Men hinvegin, so er tíðspunktið beint eftir løgtingsvalið sera ópassandi, tá vit skulu hava samgongusamráðingar og annað, sigur løgmaður, sum tí ikki hugsar meira um tað.
Tað var í nátt okkara tíð, at amerikanski forsetin Donald Trump avlýsti ætlaðu danmarkarvitjanina, sum vera skuldi 2. og 3. september, og har bæði Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, skuldi vera við á fundi við Donald Trump saman við Mette Frederiksen, forsætisráfrú í Danmark.
Orsøkin til, at Donald Trump avlýsti vitjanina, var at Mette Frederiksen beinleiðis havnaði tilboðnum frá amerikanska forsetanum um at keypa Grønland. Leiðandi danskir politikarar úr øllum flokkum eru á einum máli um, at ætlanin hjá Donald Trump er púra ør.