Løgmaður má svara

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í figgjarmálum, hevur alment skýrt Tórshavnar kommunu at vera ábyrgdarleysa í samband við framløgu av fíggjarætlan kommununnar og hótt við lógarinntrivum og politiskum átøkum, tí kommunurnar við Tórshavnar kommunu á odda seta eld í búskapin

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í figgjarmálum, hevur alment skýrt Tórshavnar kommunu at vera ábyrgdarleysa í samband við framløgu av fíggjarætlan kommununnar og hótt við lógarinntrivum og politiskum átøkum, tí kommunurnar við Tórshavnar kommunu á odda seta eld í búskapin.

 

Sum borgarstjóri fyri Tórshavnar kommunu vil eg fegin spyrja, um Føroya løgmaður og Føroya Landsstýri standa aftan fyri orðini hjá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum?

 

Um Føroya løgmaður og Føroya Landsstýri ikki standa aftan fyri landsstýrismanninum í fíggjarmálum í hesum máli, væntar borgarstjórin og Tórshavnar býráð, at løgmaður alment tekur frástøðu frá hesum uppáhaldi.

 

 

 

Vinarliga

 

 

Heðin Mortensen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu