Niclas Johannesen
? Fólkaflokkurin stendur seg altíð illa í veljarakanningum. Tað er ikki nakað nýtt, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, í sambandi við, at veljarakanning hjá ÚF gevur Fólkaflokkinum størst afturgongd.
Fólkaflokkurin gongur aftur við 3,7 prosentum meðan størsti stjórnarflokkurin ? Tjóðveldisflokkurin ? gerst upp aftur størri; hann gongur nevniliga fram við 1,7 prosenti og verður framhaldandi størsti flokkur á tingi við 23,8 prosentum.
? Hetta er okkara vanliga støða. Undan seinasta vali góvu veljarakanningar Fólkaflokkinum 17,1 prosent, men valdagin fingu vit so kortini stívliga 21 prosent, vísir Anfinn Kallsberg á.
Veljarin samdur
við Fólkaflokkin
Løgmaður leggur serligan dent á, at viljin til ta breiðu semjuna í sambandi við ríkisrættarligu støðu Føroya er at kalla fullkomin. 95 prosent av veljaranum siga seg ynkja ta breiðu semjuna.
? Hetta er júst tað, Fólkaflokkurin hevur proklamerað. So eg meti avgjørt, vit standa á tryggari grund, sigur Anfinn Kallsberg. Hann leggur aftrat, at tey, ið hava svarað, kanska ikki eru heilt greið yvir, hvat liggur í eini breiðari semju. Tískil ber tað til at ynskja breiða semju og samstundis geva Fólkaflokkinum, ið sambært løgmann júst arbeiðir fyri hesum, afturgongd.
Løgmaður viðgongur, at framgongdin til Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin kundi bent á, at farin er fram ein polarisering millum føroyska veljaran. Men onnur tøl, ið somu veljarakanning kolldøma tó sambært løgmann eini slíkari útlegging.
Glíðandi prosess
? Hyggur tú nærri eftir, so vísir tað seg, at í Javnaðarflokkinum ynskir meirilutin av veljarunum, at Føroyar gerast eitt frælst ríkið við egnaðari grundlóg. Og í Tjóðveldisflokkinum, har tú kanska skuldi trúð, at meirluti var fyri at slíta við Danmark her og nú ? ja, har ynskir meirlutin av floksins veljarum, at talan skal vera um eina glíðandi prosess.
Niðurstøðan hjá Anfinn Kallsberg, løgmanni, er at veljarin at kalla treytaleyst vil hava ta breiðu semjuna. Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum kann út frá hesum ikki skiljast sum ein kritikkur av førdum politikki, heldur løgmaður.
Heldur er talan um eina traditión, har Fólkaflokkurin at kalla altíð fær undir vangan í veljarakanningum.