- Løgmaður skal taka nógvar truplar avgerð, men hetta var ein neyðug avgerð at taka, sigur løgmaður. Hann heldur, at Jacob Vestergaard fór út um mark, tá ið hann gav stjóranum á Strandferðsluni boð um at annulerað starvsetanir av skiparum á Smyrli Seinastu tríggjar dagarnar hevur Jóannes Eidesgaard brúkt alla sína tíð til at viðgera málið um starvssetaninar á Strandferðsluni. Landsstýrismaðurin við innlendismálum hevur verið lagdur undir at blanda seg upp í hesar starvssetanir, og tað fekk eisini stjóran á Strandferðsluni at gevast.
Fyrrapartin tók løgmaður avgerð um embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard, og avgerðin var, at Vestergaard var farin so mikið út um mark, at neyðugt var at siga hann úr starvinum.
- Ítøkiliga eru tað tænastuboðini frá Jacob Vestergaard til stjóran á Strandaferðsluni um at taka aftur starvssetanir av skiparum á Smyrli, sum hevur fingið meg at taka hesa avgerðina, sigur Jóannes Eidesgaard við Rás 2 í dag.
- Løgmaður skal taka nógvar truplar avgerð, men hetta var ein neyðug avgerð at taka. Løgmaður skal hava eftirlit við, at landsstýrismenn sita fyri sínum málsøkjum á fullgóðan hátt, og tað hevur Jacob Vestergaard ikki gjørt. Tí er hann sagdur úr starvi, sigur løgmaður.