Toppfundurin verður týsdagin, og evnið fyri fundin í ár er avbjóðingarnar hjá tí norðurlendska vælferðarstatinum.
Undir ársfundinum fara løgmaður og stjórnarleiðararnir í Álandi og Grønlandi at undirskriva eina samstarvsavtalu um at styrkja samstarvið millum londini í norðurlendskum høpi.
Løgmaður verður aftur í Føroyum hósdagin 1. november.