Løgmaður og flosklarnir

 Spurningurin er ikki um antin stutt- ella lang­siktaður hugs­un­ar­­hátt­ur. Her fer løgmaður aftur upp um dagsins veruleikar, tí talan er sjálvsagt um bæði at hugsa stutt- og langsiktað, skrivar Jógvan við Keldu

Jógvan Keldu, løgtingsmaður

Eg eri vendur aftur til røðu, sum løgmaður helt á leið­aradegnum á Hotel Føroyum, prentað í Sosial­inum 1. februar í ár. Kundi hugsa mær at gjørt onkrar smávegis fyri­bils­við­merkingar.
Eitt kann av sonnum sig­ast um løgmann; hann dugir væl at orða seg, hevur sera hugtakandi taliorgan og er engageraður í sínum røðum.
»Frá filétfabrik til idé­fabrik« kennist sum ein titul til eina skaldsøgu, har høvuðspersónurin kemur úr ongum til og gerst vit­skaps­maður, og undir hesi yvirskrivt sigur hann m.a.: »Tú kanst velja at brúka mandatið til at stýra stuttsiktað t. v. s. í fýra ár, ella tú kanst velja at stýra langsiktað í kanska 10 ár ella longur.«  »Vit hava valt seinnu loysnina ..... vit hava ásannað, at tað er nú nýggjar leiðir mugu gangast«.

Onnur lond flyta seg skjótt
Lat meg gera greitt, at talan kann ongantíð vera um »ant­in  ella« í hesum føri. Tað er altíð vandamikið at leypa um veruleikan, tú í dag ert í, tí at framtíðin  um 10 ár  verður lættari. Tað land, ið trýr, at tað er komið longur um 10 ár og ikki tekur nú­tíð­ina grundiga í álvara og handl­ar skjótt, er komið ov stutt.
Sum nevndarformaðurin á General Electric, Jack Welch sigur: »Evnini hjá ein­um virki til skjótt at læra og umskipa tað lærda til avgerð, er ultimativi kapp­ingarfyrimunurin«.
Tað er í dag avgerðir skulu takast, og at tað lærda í einum nú verður umskipað til avgerðir.  Tað gevur úr­slit.

Man løgmaður eiga tekstin
Víðari sigur løgmaður: »Vit mugu flyta okkum. Vit mugu spæla ímóti teimum stóru. Vit mugu taka dystin upp. Vit mugu tryggja okkum, at vit duga snildir og tann taktikkin, ið gevur okkum fult stigatal hvørja ferð.«
Tað kann undra, um løg­mað­ur sjálvur eigur hesi orð.
Eitt land hevur verið á fremsta plássi í eini hálvt­annaðhundrað ár, nevniliga USA. Er tað nakar politiskur flokkur, sum hevur ákært hetta land fyri at brúka snildir og taktikk, og hvussu hetta land hevur gjørt seg inn á mannaættina, er tað júst flokkurin hjá løgmanni og løgmaður sjálvur.
Eisini kann dømið takast, um skjóta og gløgga avgerð, sum løgmaður kílaði niður, nevniliga einskiljingina av JFK, sum hann skírdi gjørda á nátt og tað sum grovari var, men sum eg ikki skal nema við í fyrstu syftu.
Tað kennist eitt sindur løgið, og fjáltur kemur á ein, tá løgmaður nú brádliga fer at tosa um snildir og taktikk fyri at skapa samfelagnum meiri kapital, tí verður hes­in kapitalur ikki skaptur av ávísum persónum kemur hann ikki, og kapitalur skapt­ur av fáum ávísum persón­um, er ikki nakar moralur, Javnaðarflokkurin kann standa inni fyri.

Um ikki nýtt so øðrvísi
Skulu vit yvirhøvur koma longur á leið sammett við lond­ini uttan um okkum, skal annað huglag til. Tá skal politiska systemið ikki ræðast um onkur vinnur meiri pening enn ein annar.
Til seinast í hesum umfari fari eg at heita á løgmann og landsstýrissamgonguna, um at fara í eitt meiri veru­leikakent og tættari samstarv við vinnulívið, fakfeløgini og aðrar partar út frá núverandi veruleika, og ikki at hesin verður umlopin.  Um ikki endiliga verður hugsað nýtt, so í øllum førum øðrvísi, tí tað kann eisini verða nýtt!