Løgmaður onga ætlan um at útskriva nýval

– Men fær samgongan ikki avgreitt mál, ella fara limir í samgonguni í part við andstøðuna, verður nýval

 

 

Sum støðan er í løtuni, er ongin ætlan um at útskriva nýval. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum, hevur spurt hann um stundin ikki er komin til at útskriva nýval. Hann vísir á, at samgongan er í minniluta og hevur »keypt« tinglimir úr øðrum flokkum, og tað hevur kostað landskassanum nógvar pengar.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at sum støðan er í løtuni, er ongin ætlan um at útskriva nýval. Men hann leggur kortini afturat, at klárar samgongan ikki at avgreiða tey mál, hon hevur sett sær fyri, ella fara limir í samgonguni í part við samgonguni, verður nýval.

 

Tað eru serliga tvey mál sum liggja súltað í Løgtinginum, tí tað gongst so illa hjá samgonguni at finna semju um tað.

 

Eitt mál er spurningurin um veiðigjald fyri at fiska, og sum hevur ligið í Vinnunevndini í góðar tríggjar mánaðir. Løgtingsformaðurin gav nevndini freist til 16. februar at avgreiða málið, men enn er einki hent. Eitt annað mál er spurningurin um at limir í fakfeløgunum skulu sleppa at draga limagjaldið til fakfeløg frá í skatti. Eisini tað er eitt mál, tað gongst rættiliga illa hjá samgonguni at finna semju 

 

Í hesum sambandi vísir løgmaður eisini á, at sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið sum fara at kosta hundraðtals milliónir, verða tey samtykt. Og verða tey uppskotini samtykt, er tíðin komin at útskriva nýval, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Løgmaður sigur, at samgongan hevur gjørt semjur um fleiri mál og at tað kann ikki koma óvart á nakran, at ein, sum ger eina semju, krevur at fáa nakað afturfyri. Tí átalar hann orðavalið hjá Bárði á Steig Nielsen, um at samgongan hevur keypt aðrar flokkar fyri at fáa meiriluta fyri ymsum uppskotum.