Tað mest avgerandi við at selja fisk á uppboði, er ikki at fáa fleiri vinnulívsfólk upp í fiskvinnuna. Tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður Javnaðarfloksins, greitt á fólkafundi í Havn um vikuskiftið.
Tað hevur leikað hart á ímillum samgongu og andstøðu í Løgtinginum eftir at samgongan samtykti at seta eina nýggja fiskivinnuskipan í verk. Ein partur av nýskipanini var at selja ein part av fiskirættindunum á uppboði og tað hevur mangan verið ført fram, at eitt endamál við tí var at fáa fleiri vinnulívsfólk upp í fiskivinnuna.
Tað varð sagt at vera vónleyst undir gomlu skipanini, tí ongin fekk loyvi at fiska uttan tann lítli skarin av reiðarum, sum longu høvdu fiskiloyvi frammanundan.
Í andstøðuni í Løgtinginum hevur tað eisini verið ein ávís skaðafrøi at hóma og í tí sambandi hava tey ført fram, at ætlanin er miseydnað, tí tað eru ikki komin fleiri vinnulívsfólk upp í fiskivinnuna. Í hesum sambandi hevur verið upplýst, at tríggir vinnulívsmenn hava keypt fiskirættindi, sum ikki høvdu fiskiloyvi frammanundan, og tað er tað, sum er komið upp í fiskvinnuna av nýggjum vinnulívsfólki.
Men Aksel V. Johannesen heldur ikki, at uppboðssølan hevur verið ein vanlukka. Fyri hann, og fyri Javnaðarflokkin, hevur tað ikki verið tað, sum er mest avgerandi, at fleiri vinnulívsfólk koma upp í fiskivinnuna. Tað, sum hevur størstan týdningin fyri løgmann, er, at vit hava fingið kapping um fiskirættindi, og at øll hava møguleikan at sleppa fram at, sigur hann.
– Vit eru av teirri áskoðan, at tað er kapping, sum drívur okkum fram. Og nú kunnu øll, sum hava hug og áræði, bjóða seg fram, og tann, sum so hevur best hegni ar virðisøkja fiskin, vinnur so kappingina.
Løgmaður veit eitt dømi um ein reiðara, sum bjóðaði upp í seks krónur fyri kilo av makreli. Summi hildu, at tað var ørskapur, men reiðarin vildi ikki vera við at hann var óður í høvdinum. Tvørtur ímóti segði hann, at hann hevði funnið ein keypara í Japan, sum var sinnaður at lata góðan prís fyri makrel. Men tá skuldi talan vera um hágóðsku makrel, og tí skuldi hann fiskast við nót, og tað var hetta, hesin reiðarin nú fór undir.
– Nettupp tað er endamálið við kappingini, sigur Aksel V. Johannesen. Hann vísir eisini á, at áðrenn vóru tað reiðararnir sjálvir, sum seldu fiskirættindi ímillum sín, og fingu pengarnar í lumman.
Hann nevnir eitt ítøkiligt dømi um hetta, sum hann heldur, vera grefligt. Dagin fyri eitt løgtingsval fekk ein reiðari ókeypis fiskiloyvi frá landinum, men nakrar fáar dagar eftir valið, seldi reiðarin fiskiloyvini aftur fyri milliónaupphæddir, og fekk sjálvur allar pengarnar í lumman.
Nú er tað landið, sum selur fiskirættindini og fær peningin fyri tey, og tað er peningur, sum síðani kann brúkast til vælferðartænastur av ymsum slagi, sigur løgmaður.