Løgmaður á ársfund hjá Norðurlandaráðnum

Seinnapartin í dag fór løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, til Íslands at luttaka á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum.

Á ársfundinum skal løgmaður m.a. luttaka á norðurlendska toppfundinum millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og stjórnarleiðarnar. Í ár er evnið fyri toppfundin: Grønur vøkstur ? leiðin burtur úr kreppuni. Á fundinum fer løgmaður at hava framløgu har hann fer at greiða frá føroyska politikkinum á orkuøkinum.

Undir ársfundinum fer løgmaður eisini at hava fund við stjórnaleiðarnar í Grønlandi og Álandi. Á fundinum fara tey at viðgera møguleikar fyri at styrkja samstarvið millum sjálvstýrandi londini í norðurlendska samstarvinum.