? Orsøkin til at eg tók stig til fund við pedagogarnar var, so at vit kundu fáa greiðu á nøkrum ivamálum og misskiljingum, sum eftir øllum at døma høvdu tikið seg upp, sigur løgmaður, ið fegnast um, at verkfallið er avblást.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann ikki beinleiðis hevur funnið eina semju, men at hann heldur hevur greitt nakrar misskiljingar í málinum.
? Um nøkur misskiljing hevur verið, so skuldi hon verið ruddað burtur nú, heldur løgmaður.
Vánalig málsviðgerð
Løgmaður ásannar, at málsviðgerðin ikki hevur verið nøktandi, tá ein slík misskiljing endar við einum verkfalli.
? Tá nakað kann misskiljast undir eini málsviðgerð, so skuldi hon sjálvandi verið betri. Tað má vera okkara aðalmál, at einki kemur skeivt fyri undir nakrari viðgerð. Tað er altíð keðiligt, tá eitt felag fær nakað at vita frá einum landsstýrismanni, og so er tað ikki tað, sum hendir. Tað er ongantíð nøktandi, sigur løgmaður.
Løgmaður vísir tó á, at Helena Dam á Neystabø greiddi frá í tinginum mikudagin, at hon metti, at Fíggjarmálastýrið átti at taka sær av tí, so leingi sum eingin annar samráðingarpartur var tilreiðar. Harvið hevði hon ikki sligið fast, at tað var Fíggjarmálastýrið, ið hevði samráðingarrættin. Løgmaður heldur, at stórur munur er á hesum báðum.
? Eg havi sagt fyrr, at tað eru kommunurnar, ið sjálvar avgera, hvussu tær brúka sín samráðingarrætt. Í prinsippinum er tað hvør einstøk kommuna, sum hevur heimildina av samráðast, sigur Anfinn Kallsberg.