Tað verður løgmaður, sum skal seta North Atlantic Fish Fair 2011. Tað fer Kaj Leo Johannesen at gera týsmorgunin klokkan 10. Kaj Leo Johannesen er verji hjá stevnuni, sum nú verður hildin í Klaksvík fyri fyrstu ferð. - Eg eri fegin um, at North Atlantic Fish Fair er blivið eitt væl kølfest møtistað fyri okkara ídnað og útlendsku samstarvspartarnar.
Stevnan staðfestir, at tað hevur stóran týdning, at fólk hava persónlig sambond, tosa andlit til andlits og kunnu deila royndir og meiningar, sigur Kaj Leo Johannesen.
- Kravið um burðardyggan fiskiskap verður framhaldandi ein avbjóðing hjá øllum fiskivinnutjóðum. Uppfinning, menning og gransking eru avgerandi fyri, at vit kunnu fáa góðar loysnir, sum tryggja fiskiskapin í framtíðini, sigur løgmaður.
North Atlantic Fish Fair er opin týsdagin, mikudagin og hósdagin.