Løgmaður setir kanning í verk

Løgmaður, Jóannes Eidesgaardm boðar í dag frá, at ein óheft løgfrøislig kanning verður sett í verk, fyri at kanna embætisførsluna hjá Bjarna Djurholm, í samband við málið við Framtaksgrunnin

- Tað hevur verið mín fatan, at nevndin síðani fekk frið at arbeiða. Men, nú so nógv ivamál verða reist frá fleiri síðum, vil eg hava fleiri fakta á borðið. Eg havi tí gjørt av at seta eina løgfrøðisliga kanning í verk, sum skal vísa, um landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur framt brot á á lóggávuna í sínum samskifti og sambandi við nevndina í Framtaksgrunninum, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard í tíðindaskrivi í dag. Samstundis ásannar hann, at málið ikki bert er av løgfrøðisligum slag, tí at tað í seinasta enda er avgerandi, at álit er á einum landsstýrismanni, staðfestir løgmaður í tíðindaskrivinum.

Løgmaður ikki kroystur
Í viðmerking til Sosialin, at hann als ikki kendi seg kroystan at seta nakra kanning i verk, men at tað var hansara meting, at neyðugt var við eini løgfrøðisligari kanning. Spurdur um, hvussu hetta málið er øðrvísi enn tað við Johan Dahl í fjør, sigur løgmaður, at ongi mál eru eins, og at hann ikki hevur aðrar viðmerkingar til tað.