Veðrið var gott ? tað var turt, stilt, men eingin sól, tá altjóða fiskivinnustevnan, North Atlantic Fish Fair, varð sett á Hjalla í morgun Væl av fólki var samankomið til setanina klokkan gott 10 í morgun, og tónleikabólkurin, Crawling Blue úr Havn, setti sín dám á. Teir, ið mannaðu bólkin, vóru Uni R. Debes, guitar og sang, Eyðun Johannesen, bass og Brandur Jacobsen trummur.
Crawling Blue spældu eini 2-3 frísklig løg, áðrenn Dánjal Petur Hansen, samskipari av fiskivinnuframsýningini, steig á pallin og beyð vælkomin til setanina.
Dánjal Petur segði seg fegnast um, at hann vegna Atlantic Fair, sum er fyriskipari av NAFF, nú kundi bjóða vælkomin til hesa fjórðu fiskivinnuframsýningina í røðini ? og aðru ferð í høvuðsstaðnum.
Samskiparin takkaði fyri luttøkuna og hevði eina serstaka tøkk at bera teimum, sum hava verið við heilt frá fyrsta degi ? ella síðan stevnan sá dagsins ljós í 2001.
Eftir at Dánjal Petur Hansen hevði bjóðað vælkomin til setanina, segði Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nøkur orð.
Jógvan Arge nýtti høvi at greiða eitt sindur frá um føroyska søgu, og í hesum sambandi nam hann eisini við søguna hjá Føroya løgtingi.
Virkandi borgarstjórin segði, at Tórshavn er vorðin miðstaður Føroya, tí býurin liggur miðskeiðis í landinum ? og soleiðis føra allir vegir til Tórshavn, eins og sagt verður, at allir vegir føra til Róm.
Hann nevndi eisini, at Føroyar, sum í gomlum døgum var eitt bóndasamfelag, við tíðini gjørdist eitt ídnaðarsamfelag, har fiskivinnan stendur fyri størsta virkseminum.
Seinastur í røðini var løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum eisini hevði heiðurin at seta North Atlantic Fish Fair.
Løgmaður segði, at tað er honum ein stórur heiður at kunna seta hesa stevnu, sum nú hevur fest røtur í Føroyum.
- Stevnan var fyrstu ferð í 2001 og aftur í 2003 og 2005. Tí kunnu vit siga, at henda altjóða fiskivinnustevnan er komin fyri at vera, segði hann.
Løgmaður vísti á, at Føroyar eru ein siglandi tjóð, og tí hevur ein fiskivinnustevna sum henda stóran týdning.
Í setanarrøðu síni segði løgmaður, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur at hyggja út um landoddarnar, eins og tað hevur týdning at skipa so fyri, at útlendskar fyritøkur kunnu hyggja inn til okkara.
- Føroysk feløg arbeiða í útlandinum, men tað eru eisini tær smáu fyritøkurnar, sum hava brúk fyri at vita, hvat gongur fyri seg uttan um okkum.
Løgmaður segði seg vóna, at North Atlantic Fish Fair fer at eydnast væl, og at framsýningin verður eggjandi fyri framsýnarar og tey vitjandi.