Løgmaður sigur at tað ger hvørki frá ella til

Men Bárður á Steig Nielsen er ikki samdur, tí hann heldur, at tað er fyrsta stigið til loysing frá Danmark

Uppskotið hjá Páll á Reynatúgvu um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, verður ikki sett í verk – hóast Løgtingið samtykkir tað. Tað ger Aksel V. Johannesen, løgmaður púra greitt.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður fyri Tjóðveldi, og løgtingsformaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava at vita um løgmaður ætlar at góðtaka, at ein tinglimur í samgonguni leggur eitt slíkt uppskot fram, og um hann góðtekur, at tinglimir hjá samgonguni atkvøða fyri tí.

 

Hann vísir á, at í øðrum førum hevur Løgmaður hótt við at útskrivað løgtingsval, atkvøða tinglimir fyri samgonguni fyri einum uppskoti frá andstøðuni – eisini hóast talan hevur verið um smámál. Og tí vildi hann eisini hava at vita um løgmaður ætlaði at lata tað um seg ganga at tinglimur í samgonguni fór í sjálvdrátt í einum grundleggjandi málið, har tað snýr seg um ríkisfelagsskapin.

 

Hann staðfestir samstundis, at verður hetta samtykt, er hetta ein stórsigur fyri Tjóðveldi, tí so verður tað fyrsta stigið fram ímóti loysingini – men tað verður gjørt ígjøgnum bakdyrnar. Og tað heldur hann eisini, at Páll á Reynatúgvu er púra tilvitaður um.

 

Hann vil eisini hava at vita, um hetta er eitt plástur frá samgonguni upp á sárið hjá Tjóðveldi, nú ætlanin um at fáa eina stýrisskipan, er farin í vaskið.

 

Løgmaður staðfestir, at tað stendur einum og hvørjum frítt fyri at atkvøða sum teir vilja, tí teir eru bara bundnir av síni sannføring. Tó hevur hann eisini fleiri ferðir ført fram, at verða uppskot samtykt, uttan at samgongan er samd um tað, er hetta tað saman sum at slíta samgonguna, og so verður løgtingsval.

 

Men hann at soleiðis sum uppskotið er orðað, er tað ikki bindandi. Tað er ikki annað enn ein politisk yvirlýising frá Løgtinginum, og hóast tað verður samtykt, verður ikki meiri gjørt við tað.

 

Løgmaður staðfestir, at soleiðis sum skipanin er, ber tað slett ikki til at avtaka fólkatingssessirnar upp á hendan mátan. Hann sigur, at tað eru bara tveir mátar, fólkatingssessirnar kunnu avtakast upp á. Annars mátin er at Føroyar loysa frá Danmark, og hin mátin er at broyta grundlógina og tað er ein størri søga.

 

Sostatt ber slett ikki til at fara víðari við málinum, hóast málið verður samtykt, sigur løgmaður. Hann leggur afturat at tí er hetta uppskotið ikki annað enn »signalpolitikkur« og tí er hann í roynd og veru bundin á hond og fót og fær einki gjørt við uppskotið, hóast tað skuldi verðið samtykt.

 

Og hann leggur eisini dent á, at hetta fer ikki at vika okkara støðu í ríkisfelagsskapinum, tí hetta er ikki annað enn »signalpolitikkur« Men hann heldur eisini, at verður tað samtykt, eiga teir flokkar, sum samtykkja tað, eisini at fara til val upp á at taka loysingina. Og tað væntar hann ikki, at teir eru til reiðar til – uttan Tjóðveldi.