Sum støðan er nú, tekur framsókn tekur ikki undir við, at vit fáa eina tvingsilslóg, sum fer at gera myndugleikunum, og løgregluni, nógv víðari heimildir í bardaganum ímóti korona.
Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.
Løgmaður hevur boðað frá, at herd lóggáva er klár at bera niðan í tingið og tað fer at geva myndugleikunum víðari heimildir at krevja, at fólk skulu kannast og viðgerast og at tvinga fólk í sóttarhald.
– Lógin er longu samtykt í Danmark, hóast serfrøðin í danska heilsustýrinum mælti frá, sigur hon.
Hon sigur, at í løtuni er støðan í Føroyum ikki so hættislig sum í øðrum londum. Tað er lutvíst tí at myndugleikarnir í Føroyum hava valt tann leistin at royna at tálma smittuspjaðingini, soleiðis sum WHO hevur mælt til.
Haraftrat tykjast føroyingar, sum heild, at hava tikið almennu tilráðingarnar til sín.
– Tó so, onkur hevur forbrotið seg og vit eiga øll at halda hvønn annan til svars, sigur forkvinnan í Framsókn.
– Enn vita vit ikki um, at nakar er í lívsvanda. Tí mugu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er neyðugt at seta í gildi lógir, sum gera seg so ógvusliga inn á grundleggjandi frælsisrættindi, spyr hon.
– Hyggja vit at støðuni í Danmark, hevur lógin higartil ikki virkað sum ætlað og myndugleikarnir mugu enn einaferð herða eftirlitið.
– Í Framsókn dámar okkum ikki hesa tvingsilslógina. Vit viðurkenna, at serligar umstøður kunnu krevja álvarsom inntriv. Men sum støðan er nú, fer ein tvingsilslóg at slóða fyri tvingsilslógum á nógvum øðrum økjum, heldur hon.
– Okkara ráð til løgmann eru: Halt á við at skera tilmælini út í papp, sum vit sóu á tíðindafundinum fríggjadagin!
– Tað skal ikki latast upp í hendurnar á hvørjum einstøkum at tulka reglurnar í sambandi við sóttarhaldi. Men hav so lógina klára, so hon kann samtykkjast skjótt, um so er, at tað verður neyðugt, sigur Ruth Vang.
– Og til okkum øll: latið okkum taka tilráðingarnar í álvara og ikki vera bangin fyri at tala at, har vit síggja, at onnur ikki gera tað, leggur hon afturat.