Løgmaður skal halda fingrarnar vekk

Í Føroyum er tiltikna grein 266-b í revsilógini alt annað enn steindeyð og jarðað og Jógvan við Keldu heldur, at John Johannessen minnir mest um ein illan puddilhund

Løgmaður eigur at halda fingrarnar vekk.

Tað heldur partamaður hansara, John Johannesen.

Sum tað stendur í greinini omanfyri, ætlar Løgmaður at senda Norðurlendska Ungdómsráðnum eina skrivliga rættleiðing fyri niðurstøðuna, sum ráðið hevur gjørt um viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum.

Løgmaður sigur, at hann hevur spurt Fútan um hald er í niðurstøðuni hjá Norðurlendska Ungdómsráðnum um, at samkynd í Føroyum eru fyri harðskapi og verða illa happað av tí, at Løgtingið hevði felt eitt uppskot um at lata tiltiknu grein 266-b fevna um samkynd eisini.

Fútin hevur svarað, at hann hevur ikki ábendingar um, at samkynd í Føroyum eru harðari rakt av harðskapi enn onnur.

Og nú ætlar Løgmaður sær at senda Norðurlendska Ungdómsráðnum eina skrivliga rættleiðing.

Tað ger hann eftir, at Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, alment heitti á Løgmann um at vísa útsøgnunum hjá Norðurlandaráðnum aftur, tí hann meinti, at tær skaða umdømi Føroya.

Men John Johannessen, løgtingsmaður og partamaður hjá Løgmanni, mælir honum staðiliga frá at gera meiri við málið.

- Løgmaður hevur boðað frá, at hann hevur kannað málið hjá fútanum og eg vil staðiliga mæla honum frá at fara longri inn í málið, segði javnaðartingmaðurin, John Johannessen.

Hann segði, at hetta snúði seg um frælsið hjá fólki til at hava egnar meiningar.

Norðurlendska Ungdómsráðið er ikki eitt lóggevandi ting, men ein samkoma, sum stendur á einum skipaðum, politiskum palli og sum hevur nakrar meiningar.

- Men tær meiningar eigur Føroya Løgmaður ikki at stýra ella at sensurerað.

John Johannessen vildi eisini hava at vita, hvønn rætt Jógvan við Keldu hevur at heita á Løgmann um at boða Norðurlendska Ungdómsráðnum frá, at tey hava ikki loyvið til at hava eina hugsan um hesi viðurskiftini.


Langt frá deyð og jarðað

Tað sum síðani fór fram í Løgtinginum, vísti týðiliga, at tiltikna grein 266-b í revsilógini, er alt annað enn deyð og jarðað.

Teir, sum vundu seg mest upp, vóru teir báðir fólkafloksmenninir, Óli Breckmann og Jógvan við Keldu.

Óli Breckmann takkaði Løgmanni fyri, at hann hevði tikið málið upp.

- Hetta er ikki annað enn eitt slag av nýreligiøsiteti, har vanliga siðalagið í Føroyum skal skiftast út við nakað nýtt.

Hann helt, at hetta málið vísir, hvussu djúpt knæfall vit eru til reiðar at gera fyri at tilbiðja hesi nýggju smáreligiøsu dyrkanini av ymsum undarligum.

Hann vísti eisini til ætlaðu umhvørvisvikuna í Havn, “har tey helst fara at tilbiðja stórhvali, ozonlagi og golfstreyminum”.

Jógvan við Keldu var eisini í øðini inn á John Johannessen og helt, at hann minti mest um ein puddilhund, sum onkur fín frúa hevði parkerað í bandi uttanfyri ein handil og sum bara stóð og goyði eftir øllum, sum komu framvið, tí hann skuldi partú vera ímóti øllum.

Hann helt annars, at rættaði Løgmaður ikki Norðurlendska Ungdómsráðið í hesum føri, røkti hann ikki sína uppgávu.