Tí sambært Snorra Fjalsbak, leiðara á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, so er ætlanin, at tey hægst løntu almennu starvsfólkini skulu niður í løn aftur fyri, at tey fáa so stóran skattalætta.
Tað merkir, at Løgtingið kann spara nógvar pengar. Politikarar teljast millum hesi »vælbjargaðu almennu starvsfólkini«. Tað vil siga, at løgtingið fer at spara fýra prosent av játtanini til løn og samsýning og eftirløn løgtings- og landsstýrismanna.
Sparingar kunnu eisini gerast við pensjónsinngjaldinum hjá politikarunum. Um ein vanligur borgari skal upptjena sær somu pensjón, sum ein landsstýrismaður upp á somu tíð, so skal hann gjalda umleið 150.000 krónur inn í pensjónsskipanina um mánaðin! Ella 1,8 milliónir um árið!
Hetta er ein stór útreiðsla hjá landskassanum, sum liggur fyri framman. So Jørgen, her er nógv, tú kanst spara – og tú kundi kanska brúkt tað til at javna pensjónirnar við, so hevði Bjarne Corydon kanska trúð upp á hatta við prístalsviðgerðini av blokkinum.
Altso prístalsviðgera blokkin, sum vit fáa fyri eina skipan, sum vit IKKI prístalsviðgera, ber tað til...?