Fyri góðari viku síðani setti Høgni Hoydal løgmanni tveir munnligar fyrispurningar, um sosialu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættanum.
Løgmaður sýtti fyri at svara spurningunum, og vísti Bárð Nielsen, tí tað spurningarnir vóru um skatt, og tað mátti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum svara fyri.
Løgtingsformaðurin hesa løtuna fyrispurningurin varð reistur, var Óli Breckmann. Hann var samdur við Jóannes Eidesgaard, og gjørdi hann av, at spurningarnir ikki skuldu svarast og heldur onki kjak skuldi vera.
Hesa avgerð hevur Høgni Hoydal síðani kært, og eisini hevur hann sent løgtinginum munnligu fyrispurningar skrivliga. Fríggjadagin avgjørdi løgtingið so, at løgmaður skal svara Høgna Hoydal upp á hesar spurningar.
Við Útvarpið í gjár segði Høgni Hoydal, at hann heldur hevði ynskt at fingið munnligt svar upp á hesar fyrispurningar, tí talan er um aktuell evni, men at hann eisini sær hetta sum eina ásannan av, at løgtingið heldur tað var rætt, at løgmaður skal svara hesum spurningum.
Útvarpið segði eisini, at Høgni Hoydal framvegis ikki hevur fingið svar upp á kæruna, um avgerðina hjá løgtingsformanninum, um at taka munnligu fyrispurningarnar av skránni.