Løgmaður spentur um olju­boring

Boring Sjeynda boringin á føroyska landgrunninum fekk eisini innivist í løgmans­røðuni á ólavsøku.

Kai Leo Johannessen, løgmaður nam eisini við nýggjastu boringina á landgrunninum, tá hann helt ólavsøkurøðuna.
– Fyri fáum døgum síð­­ani setti ein hin mest fram­komni boripallurin í heiminum borin í før­oysku
undirgrundina, einans 7 sjómíl frá oljufundi hinu­megin markið. Vit bíða nú í spenningi eftir úr­slitinum segði løgmaður og helt fyri, at síðan fyrsta útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni fyri knappliga 10 árum síðani, tykist áhugin
fyri føroyska økinum eitt sindur kólnaður. Kol­vetnislógin er tí broytt og gjørd smidligari, so tað er møguligt at lofta brád­liga íkomnum áhuga fyri einum ávísum øki og at veita loyvi skjótt, uttan fyri tey vanligu út­bjóðingarumførini segði løgmaður. ENI fór undir at bora á Anne Marie leiðini fyri einari viku síðani.