Jóannes Eidesgaard vónar, at næsti løgmaðurin fer at halda fram við traditiónini at vitja á Barnaheiminum, í herberginum og í KFUK Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er til arbeiðis í nakrar tímar jólaaftan. Í løtuni eru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, gestir á Rás 2.
Løgmaður sigur, at tey trý jólini, síðani hann gjørdist løgmaður, hevur hann jólaaftanskvøld vitjað á herberginum hjá Frelsunarherinum og í KFUF, har tey halda jól saman við teimum heimleysu. Seinnapartin jólaaftan plagar hann at vitja á ungdómsdeildini á Barnaheiminum.
- Eg havi verið glaður fyri at hava havt henda møguleikan, og eg ætli mær eisini í ár at fara á hesi plássini at vitja. Arbeiðið tekur einar tríggjar tímar, og eg vóni, at henda traditiónin fer at halda fram, uttan mun til hvør verður løgmaður eftir valið, sigur Jóannes Eidesgaard.