Løgmaður tosar við Anders Fogh um størri frælsi til Føroya

Frælsi til at yvirtaka tá ið vit vilja og størri frælsi í uttanríkismálum, eru á skránni, nú Jóannes Eidesgaard hittir danska forsætismálaráðharran á fundi í Keypmannahavn í dag

Ríkisrættarliga støðan

Størri frælsi hjá Føroya Løgtingið at fremja yvirtøkur. Og størri heimildir til Føroyar á uttanríkispolitiska økinum.
Hetta eru tyey bæði evnini, sum eru á skránni á fundi í dag ímillum Jóannes Eidesgaard løgmann og Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharra í Danmark.
Jóannes Eidesghaard fór í gjár á sína fyrstu uttanlandsferð sum Føroya Løgmaður. Ferðin gongur til Keypmannahavnar, har hann skal hitta danska forsætismálaráðharran á fundi í dag. Men í morgin skal hann eisini á kurteisisvitjan hjá danska uttanríkismálaráðharranum, Per Stig Møller.
Fundurin við Anders Fohg Rasmussen er ein formligur fundur við fastari dagsskrá. Og nú løgmaður er niðri, hevur uttanríkismálaráðharran bjóðað honum inn á gólvið til eitt óformligt prát um leyst og fast.

Størri frælsi at yvirtaka
Á fundinum við Anders Fogh Rasmussen, eru tvey høvuðsmál á skránni.
?Í fyrstu atløgu fara vit at tosa um, hvussu farast skal fram, tá ið Føroyar í framtíðini ætla at yvirtaka ymisk málsøki, segði Jóannes Eidesgard við Sosialin, beint áðrenn hann fór av landinum í gjár.
?Í aðru atløgu fara vit at viðgera, hvussu føroyingar kunnu fáa víðkaðar heimildar at umboða okkum sjálvi í uttanríkispolitiskum málum.
Løgmaður sigur, at endamálið við fundinum við Anders Fogh er at halda fram við arbeiðnum at avtala ein leist fyri, hvussu farast skal fram, tá ið yvirtøkur skulu fremjast.
? Hetta er eitt arbeiði, sum byrjaði undir farnu samgongu við tí tiltikna Tvøraskjalinum, sum ikki er nøkur beinleiðis avtala, men eitt ætlanarskriv.
? Í kjalarvørrinum á tí hava ambætisfólk gjørt eitt arbeiði fyri at gera eina yvirtøkulóg fyri, hvussu vyirtøkur skulu fremjast hereftir.
Men Jóannes Eidesgaard sigur, at hansara uppgáva á fundinum við Anders Fogh Rasmussen, verður at snarað yvirtøkumálið inn á tað kós, sum hendan samgongan stendur fyri.
Og tað, sum hendan samgongan vil á yvirtøkuøkinum, er, at Føroya Løgting skal til eina og hvørja tíð kunna samtykkja at yvirtaka eitt mál og at yvirtaka fulla fíggjarliga og umsitingarliga ábyrgd av økinum.
Hetta skal vera galdandi fyri øll mál, uttan tey, sum eru beinleiðis tengd at ríkisfelagsskapinum.
Í løtuni er skipanin tann, at tað eru nøkur mál, sum kunnu yvirtakast, nøkur mál kunnu ikki yvirtakast og nøkur mál skal samráðast við donsku stjørnina um, áðrenn tey kunnu yvirtakast.
Og so eru tað eisini fleiri málsøki, sum als ikki eru nevnd nakrastaðni.
Jóannes Eidesgaard sigur, at í nýggju avtaluni við Danmark skulu tey málini nevnast, sum ikki kunnu yvirtakast, tí tey eru beinleiðis tengd at ríkinum, eitt nú hernaðarmál og statsborgaraskapunin.
? Men øll hini málini, sum ikki eru nevnd, skulu føroyingar kunna yvirtaka, tá ið løgtingið samtykkir tað, samstundis sum vit yvirtaka tað fullu fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av teimum.

Ætlar at taka Fogh upp á orðið
Tá ið Anders Fogh helt sína setanarrøðu tann 1. oktober í 2001, segði hann, at hann ætlaði at virka fyri, at Føroyar og Grønland fingu størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum.
?Eg ætli mær at taka hann uppá orðið og á fundinum við hann í morgin, fari eg eisini at tosa við hann um, hvussu føroyingar kunnu fáa størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum.
Tað, sum Anders Fogh Rasmussen sipaði til, var, at nevnd skuldi setast at útgreina, hvat Føroyar og Grønland skuldi fáa víðkaðar heimildir til.
Tað arbeiðið skuldi enda við eini lóggávu um tær heimildir, sum Føroyar og Grønland skuldi fáa.
Jóannes Eidesgaard sigur, at gongd var komin á tað arbeiðið, tá ið valið varð útskrivað og tá kom steðgur í.
Nú er so ætlanin at fáa gongd á aftur arbeiðið og tað fer løgmaður at tosa við danska forsætismálaráðharran um.
?Vit hava havt heimildirnar til at samráðast við onnur lond um fiskivinnuavtalur, men tað hevur kortini altíð verið undir danska uttanríkismálaráðnum.
?Tað, sum ætlanin nú er, er, at vit skulu taka fulla ábyrgd á uttanríkispolitiska økinum av teimum málum, sumeru yvirtikin, eitt nú handil, umhvørvi og mentan.
Men Jóannes Eidesgaard sigur, at eitt, sum kann elva til eitt sindur av óvissu, er, at Danmark er limur í ES og sostatt bundið at ymsum ES sáttmálum og -avtalum.
?Tí kann Danmark skjótt koma í tvístøðu ímillum okkara sjónarmið og ES sjónarmið, tí tað er ikki altíð, at okkara sjónarmið samsvara við tey hjá ES.
Fyri at nevna eitt dømi, er tað orsakað av Føroyum og Grønlandi, at Danmark er limur í altjóða felagsskapinum, IWC.
? Tað er onki yvir at dylja, at danska umboðið har, hevur latið seg ávirkað av rákinum í ES og altjóða høpi, og hevur ført sjónarmið fram, sum eru beinleiðis í stríð við føroysk og grønlendsk áhugamál.
?Tað er eisini ein spurningur um teir felagsskapir, sum Føroyar og Grønland eru limir í, saman við Danmark, eitt nú NAFO og NEAFC, tí tað er heldur ikki altíð, at samsvar er ímillum tey grønlendsku sjónarmiðini og tey føroysku.

Tosa um leyst og fast
Á fundinum við danska uttanríkismálaráðharran, fer Løgmaður at tosa um leyst og fast.
Men tað er onki at ivast í, at eg fari at tosa við hann um ES og um teir trupulleikar vit hava vit útflutningi við ES.
? Eitt nú leggja skotar og írar trýst á ES um at seta laksakvotu í gildi fyri at skerja norskan og kilenskan útflutning til ES, men tað fer eisini at raka okkum og eisini tað málið fari eg at tosa við Per Stig Møller um.