Løgmaður umhugsar at skriva út val

Næstu dagarnar fer løgmaður at taka støðu til, um samgongan skal halda fram til 30. august, ella um hann skal skriva út nýval.

Næstu dagarnar fer løgmaður at taka støðu til, um samgongan skal halda fram til 30. august, ella um hann skal skriva út nýval.

Við útvarpið sigur løgmaður, at tað veldst um, hvørt tað ber til at fáa nøkur av málunum hjá samgonguni í gjøgnum í Løgtinginum. Øll málini, eitt nú veiðugjaldið, koma ikki ígjøgnum. Eftir at avtalan við Magna Laksafoss ikki longur er galdandi, so hevur samgongan ikki meiriluta í Løgtinginum.

Fólkatingsval verður innan næstu 6 vikurnar, og tað kann órógva og gera, at løgmaður ikki skrivar út løgtingsval enn. Hann sigur við útvarpið, at tað er óheppið, um fólkatingsva og løgtingsval fella saman. Serliga fyri smærru flokkarnar, er tað óheppið, heldur løgmaður, tí smærru flokkarnir fáa mangan nógv lægri undirtøku á fólkatigsvalið.

Tá løgmaður skrivar út val, so skal tað haldast 28 til 35 dagar eftir at tað er útskrivað.