Føroyingar vilja helst hava Jóannes Eidesgaard til løgmann. Men flokkin hjá honum skoyta tey ikki um. Og flokkarnir, sum veljararnir fylkjast um í hesum døgum, hava onki veruligt løgmansevni. Næstur Jóannes Eidesgaard finna vit Høgna Hoydal, men hann fær samstundis bara stuðul úr sínum egna flokki. Hetta kemur til sjóndar í nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku.
Skiftistíðin
Úrslitið av seinastu veljarakanningini er í mangar mátar áhugavert, og kundi bent á, at vit eru í einari politiskari skiftistíð. Meðan borgarligu veljararnir fjølgast, hava teir onki boð uppá løgmann. Og meðan stjórnarflokkarnir ganga aftur, hava veljarar teirra álit á formonnunum. Og størstu undirtøkuna sum løgmann fær formaðurin í flokkinum, sum gongur mest aftur. Spurningurin er, um hendan løgna støða kann hava við sær, at flokkar noyðast at samstarva, hóast teir helst vildu sloppið undan.
Løgmanseffektin, sum stóra undirtøkan fyri sitandi løgmanni ofta verður nevnd, spælir heilt sikkurt inn. Og givið er tað, at Jóannes Eidesgaard, lukrerar upp á, at hinir flokkarnir ikki hava nakað upplagt løgmansevni. Tí, hóast undirtøkan fyri løgmanni er minkað nakað, er eyðsýnt, at hann ongan veruligan kappingarneyta hevur.
Hyggja vit at tølunum, síggja vit, at undirtøkan seinastu átta árini hevur verið góð, men nakað ójøvn. Fyrstu árini á umleið 20 prosentum, meðan vit síggja eina niðurgongd í 2002-2004 til umleið 15 prosent. Síðani hevur undirtøkan ligið úr 33 niður á 24. Men í dag er munurin tann, at ongin kapping er um oddaplássið. Fyrr lá Anfinn Kalsberg klárt á odda, heilt upp í 48 prosent í 2003, meðan tann, sum kemur nærmast løgmanni í dag er Høgni Hoydal við einans 13 prosentum.
Ørkymlað sambandsfólk
Teir báðir borgarligu flokkarnir, Sambandið og Fólkaflokkurin, hava størstu framgongdina, við ávikavist 3,3 og 3,6 prosentum í mun til seinasta val. Samstundis er tað í hesum báðum flokkum, at óvissan um, hvør skal vera løgmaður, er størst.
Hyggja vit eftir tølunum hjá Sambandsflokkinum, síggja vit, at heili 40 vita ikki, hvønn tey vilja hava til løgmann, meðan 20 prosent ynskja Jóannes Eidesgaard og bara 15 prosent formann floksins, Kaj Leo Johannesen. Ofta verður sagt, at tað tekur eina løtu, áðrenn veljarar venja seg við ein nýggja ungan formann, men spurningurin er, um Kaj Leo framvegis er so ungur og nýggjur, at hetta kann forklára og forsvara vánaligu undirtøkuna.
Venja seg av við Anfinn
Í Fólkaflokkinum hava tey ikki vant seg av við Anfinn Kalsberg enn, tíansheldur vant seg við nýggja formannin, Jørgen Niclassen. Anfinn Kallsberg fær heili 33 prosent, meðan Jørgen Niclassen einans fær undirtøku frá 22 prosentum av veljarunum floksins. Men kanska eru tey heili 26 prosentini av ivasomu veljarunum á veg yvir til nýggja formannin? Hetta er í øllum førum eitt rættiliga høgt tal, sum helst ikki skal halda fram við at vera so høgt.
Ganga aftur
Í veljarakanningini ganga hinir báðir størri flokkarnir, sum eisini eru stjórnarflokkar, aftur. Javnaðarflokkurin við heili 5,2 prosentum, úr 19,5 við seinasta val og niður í 14,3 prosent, um val var í dag. Tjóðveldi, sum var størsti flokkur við seinasta val, fer niður á eitt triðjapláss, tí hann verður yvirhálaður av teimum báðum borgarligu flokkunum. Men kortini er vert at bíta merki í, at Tjóðveldi bert gongur aftur við 0,3 prosentum, úr 23,5 niður í 23,2. Her eru marginalarnir so smáir, og tí skal ikki leggjast ov nógv í hesi tølini.
Velja sínar egnu
Hesar formansfrustratiónirnar hjá teimum borgarligu hava stjórnarflokkarnir eftir øllum at døma ikki, tí bæði í Javnaðarflokkinum og hjá Tjóðveldi, er undirtøkan fyri formonnunum stór. 52 prosent av tjóðveldisveljarunum ynskja Høgna Hoydal til formann, meðan heili 72 prosent av javnaðarveljarunum vilja hava Jóannes Eidesgaard til løgmann.