Fótbóltur
Longu tá fútabannið varð lagt fyri ætlaða dystinum millum EB/Streym og VB/Sumba í steypakappingini varð vandin havdur á munni. At føroysku feløgini ikki er von við at spæla avgerandi dystirnar í lands- og steypakapping í senn, og at hetta kundi kosta hjá onkrum av teimum, sum skuldu spæla hálvfinalur.
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældir nú mikukvøldið, og avrikini hjá trimum av teimum fýra hálvfinalistunum sunnudagin góvu greiðar ábendingar á, at tað hjá hesum nú fyrst og fremst er steypakappingin, sum hugsað verður um.
Framhaldandi spæl fyri FM-møguleikanum tóktist í øllum førum ikki vera nóg stórur motivatiónsfaktorur hjá B36, tá teir vitjaðu hjá ÍF. Fyri góðum mánaði síðani segði B36-venjarin, at gullið fór til Eiðis. Útsøgnin ta ferðina var kanska meira av taktiskum slag, men hon hevur á ongan hátt órógvað EB/Streym. Tí var vónin helst svunnin burtur í einki longu undan dystinum í Fuglafirði, og tí vigaðu komandi hálvfinalurnar móti EB/Streymi helst meira í B36-heysunum, enn dysturin móti einum ÍF-liði, sum í sínum lag stríddist fyri lívinum.
Í Gundadali var tað kanska ikki púrasta óvæntað, at KÍ fyri fyrstu ferð í ár tapti útidyst. Men tað var ikki væntandi, at avrikið hjá gestunum skuldi verða somikið óinspirerað. Og ein sekkur upp á 1-5 er í øllum førum nakað, sum tekur fast í sjálvsfatanini norðoya megin norðoyatunnilin.
Heldur ikki var tað óvæntað, at Skála mátti lúta á útivølli móti oddaliðinum. Men tað bendir greitt tann vegin, at tankarnir longu eru í hálvfinaluni móti KÍ, tá liðið byrjaði dystin við fýra lyklaspælarum á beinkinum.
Seinasti hálvfinalisturin er so sjálvandi EB/Streymur, men hjá teimum er motivatiónin ikki nakar trupulleiki yvirhøvur. Útlitini til fyrsta FM-heitið hava við sær, at spælararnir at kalla ríða á eini vælferðarbylgju í løtuni, har tað ivaleyst er púrasta óneyðugt hjá venjaranum at gretta orð, áðrenn menn verða sendir á vøllin.
HB hevur gloymt løgmann
Skal paralellurin dragast hinvegin, var tað púrasta greitt, at HB nú hevur gloymt alt um steypakappingina. Tapið á Eiði bar við sær, at skal HB í Europa Tá telja vit ikki InterToto við - komandi ár, so skulu silvurmerki í landskappingini til. Tað var hesum, sum havnarmenninir av øllum alvi stríddust fyri í Gundadali.
Og eins og hjá fuglfirðingunum, sum stríddust fyri lívinum, var hetta stóri motivatiónsfaktorurin, ið gjørdi útslagið.