Aksel V. Johannesen, løgmaður, er ikki sinnaður at sleppa valdinum beinanvegin, hóast samgongan tapti løgtingsvalið í gjár.
Samgongan fekk 15 tinglimir og andstøðan fekk 18 tinglimir. Men kortini staðfesti Aksel V. Johannesen í formansorðaskifitininum eftir at úrslitið var greitt í ígjárkvøldið, at hann ætlar sær at brúka ein dag, ella tveir dagar upp á at kanna møguleikarnar fyri at halda fram við onkrari samgongu.
Og hann heldur, at tað eru ymsir møguleikar. Hann hevur útihýst møguleikunum fyri at fara í samgongu við Fólkaflokkin, men hann heldur, at ein møguleiki kann vera ein samgonga ímillum hinar tríggjar stóru flokkarnar, Sambandslflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Ein møguleiki, í hvussu so er á pappírinum, er at samgongan ímillum Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, kundi halda fram, saman við Miðflokkinum. Annars hevur Miðflokkurin, longu undan valinum, mest sum avskrivað møguleikan at fara í samgongu við Framsókn og Tjóðveldi.
Ein annar møguleiki er ein samgonga ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkinum, Framsókn og Miðflokkinum.
Eisini Høgni Hoydal heldur, at tað er altíð ein møguleiki fyri a halda fram, men Poul Michelsen, formaður í Framsókn dugir ikki at síggja fyri sær, at Framsókn kann halda fram í eini samgongu.
Poul Michelsen ásannar, at andstøðan hevur fingið meirilutan og hann dugir ikki at síggja fyri sær, hvussu Framsókn kann halda fram í samgongu.
Men Bárður á Steig Nielsen mestsum útihýsti eini samgongu við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, tí hann kann ikki standa modell til skatta- og avgjaldspolitikkin hjá teimum, og hann tekur heldur ikki undir við yvirtøkupolitikkinum hjá samgonguni.
Hann heldur, at úrslitið vísir, at Føroya Fólk vil leggja eina aðra kós og hann heldur, at ein møguleiki er, at undanfarna samgonga heldur fram.
Og hann heldur, at løgmaður eigur at ásanna ósigurin og leggja frá sær.
Eisini Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heitir á løgmann at leggja frá sær, tí hann hevur mist heimildina frá Føroya fólki til at stjórna landinum.
Hann heldur, at veljarin hevur týðiliga og greitt víst á eina borgarliga samgongu ímillum verandi andstøðuflokkarnar.