Løgmaður vitjar í Orknoyggjum

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fer í morgin at vitja Orknoyggjarnar, har hann skal taka lut í North Atlantic Island Meeting, ið er fundur millum politisku leiðararnar í Orknoyggjunum, Hetland, Hebridunum og Føroyum. Slíkir fundir hava verið fyrr í Føroyum, Hetlandi og Hebridunum.

Vertur fyri fundin er Stephen Hagan, convener í Orknoyggjunum, og starvsbrøður hansara úr Hetlandi og Hebridunum, Sandy Cluness og Alex A. MacDonald, luttaka á fundinum.

Á skránni fyri fundin eru varandi orkukeldur, royndir viðvíkjandi ES samstarvinum, gongdin í alheims búskapinum, undirstøðukervi, flog- og skipaferðsla.

Á ferðini verður eisini m.a. vitjað á vindmylluparkini Burgar Hill wind farm, havorku granskingarstovnunum European Marine Energy Centre og Aquatera.

Kaj Leo Johannesen sigur, at fyri eitt oyggjaland sum Føroyar hevur samstarv við onnur oyggjasamfeløg stóran týdning.

-Oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavinum hava í mongum førum somu avbjóðingar eitt nú innan menning av nýggjum vinnum, orkuveiting og fráflyting. Tí er umráðandi at vit gagnnýta tey góðu sambondini og deila royndir og vitan, sigur løgmaður, sum kemur aftur í Føroya sunnudagin 6. september.