Løgmannsrøðan 2007 – afturlítandi og væl framborin, men...

Sat og lurtaði eftir ólavssøkurøðu løgmanns, og sat játtandi til eina væl frambornað røðu. Hon var væl disponerað byrjandi við góðum hugflogi um ólavssøkuna og yvirtøkuna av kirkjumálum. Rætt at markera, at endaliga er komið á mál við hesi yvirtøku. Nátúrligt er eisini, at løgmaður, nú valskeiðið er so gott sum at enda komið, tekur saman um tað, sum avrikað er hesi næstan 4 árini. Tað, ið hann segði, er rætt, sjálvt um eg ikki ivist í, at andstøðufólk í mongum førum fara at hava onnur sjónarmið, tá tey skulu umrøða fleiri av teim málum, sum løgmaður var so glaður fyri at hava loyst. Her hugsi eg til dømis um yvirtøkulógina

Yvirtøkur

Júst tá tað snýr seg um yvirtøkur haldi eg, at ov lítið er komið av skafti. Tá Løgtingið nú kann yvirtaka so gott sum øll mál, uttan loyvi frá dønum, so átti meira at veri hent á hesum øki. Fólkakirkjan ella kirkjumál er í fokus, tí hendan yvirtøkan er galdandi júst frá í dag av. Men ómetaliga drúgv tíð hevur gingið. Sjálvt um alt skal fyrireikast, skal tó máti vera við, hvussu nógva tíð fyrisitingin nýtir til at avgreiða málini. Leingi hevur verið sagt, at vinnulóggávan skal yvirtakast, men nú verður sagt, at tað hendir 1. januar 2008, og tá er hetta valskeiðið lokið. Eitt málsøki, sum fyri langari tíð síðani átti at verið yvirtikið, er útlendingamálið. Men einki røkist fyri hesum. Tvørturímóti verður arbeitt við, hvussuleiðis danska útlendingalógin skal umsitast í Føroyum. Her átti arbeiðsorkan at veri brúkt øðrvísi.

Í heila tikið eigur nógv meira at vera arbeitt við yvirtøkum, nú yvirtøkulógin er veruleiki. Ein komandi samgonga eigur at prógva, at hendan lóg er meira enn bert ein “skuffulóg”.

 

Upphitaður búskapur

Løgmaður nevndi, at búskaparaktiviteturin skal tálmast, tí hann er heitur. Hann nevndi tó einki ítøkiligt um, hvussu hetta skuldi gerast. Eg giti, at hetta verður eitt “heitt” evni, tá orðaskiftið um løgmannsrøðuna verður mikudagin og hósdagin.

Tað er rætt, at skjót gongd er á búskapinum. Tað hevur mangar orsøkir.Nakað kemur av, at primera framleiðslan í landinum er stór. Síðani er eisini sekundera framleiðslan stór, serliga byggiaktiviteturin. Tað hevur eisini loyst seg enn betur at arbeiða, tí skattatrýstið hevur verið minkandi. Síðani hava lánimøguleikarnir hjá privatum verið góðir. Tað hevur umframt bygging og nýtslu eisini økt um húsaprísirnar, sum hjá seljarum hava frígivið likviditet og hjá eigarum annars økt um frívirðini og harvið lánimøguleikar. Likviditeturin í samfelagnum er eisini øktur nógv við at útlendskir lániveitarar eru komnir á marknaðin, t.d. Kaupthing, eins og aðrir hava veitt likviditet til føroysku peningastovnarnar fyri at supplera teirra útlán, sum eru økt væl meira enn innlánini. Ein partur av inntøkunum hjá fólki og vinnulívinum fer til skatt og onnur gjøld. Hesin fer stórt sæð út aftur til almenna nýtslu hjá landskassa og kommunum. Seinastu árini er heldur meira komið inn hjá almennu kassunum, enn tað er farið út, men tað munar ikki rættiliga enn. Tann nógvi aktiviteturin hevur havt við sær størri tørv á arbeiðsmegi. Hetta kann aftur hava við sær trýst á lønarlagið og vaksandi inflatión.

 

Soleiðis kann vísast á nógvar orsøkir til og fylgir av av upphitaða búskapinum, men ikki er altíð líka lætt at gera av, hvat ið er orsøk, ella hvat ið er avleiðing. Tað ræður tí um hjá avvarandi stovnum og myndugleikum at fylgja við í gongdini og hava upplýsingar um gongdina. Teir stovnar og myndugleikar eg hugsi um eru fyrst og fremst: Fíggjarmálaráði, Hagstovan, Landsbankin, Búskaparráðið og eisini privatu peningastovnarnir. Kommunurnar, í øllum færum tær størru, eiga eisini at fylgja væl við.

 

Tann politiski myndugleikin, Fíggjarmálaráðið og Landsstýrið, hevur størstu ábyrgdina av at fylgja gongdini og meta um, um neyðugt er við tiltøkum. Løgmannsrøðan hevði einki boð um tiltøk. Men fíggjarmálaráðharrin hevur seinastu dagarnar havt eini tvey boð. Nú havi eg tey bert frá fjølmiðlunum, men tey eru, at Sandoyartunnillin verður útsettur, og at skattafrádrátturin hjá fiskimonnum verður avtikin.

Nú hava politisku myndugleikarnir nógv atlit teir skulu taka, og tí skal eisini ansast eftir, at møgulig tiltøk til bata fyri nakað ikki gera tað verri fyri okkurt annað ella heildina. Heilt greitt er, at avtøka av fiskimannafrádráttinum fær ongar positivar avleiðingar, men tvørturímóti bert kemur at virka negativt fyri okkara primervinnu, sum hóast alt framvegis hevur alstóran týdning. Spurningurin um Sandoyartunnillin skal síggjast í einum nógv størri samanhangi. Her snýr tað seg um eitt byggiarbeiði, sum kostar góðar 100 mió. kr. um árið í eini 5-6 ár. Samanhildið við onnur byggiarbeiði yvir sama tíðarskeið, t.d. Skálafjarðartunnil, Stórutjørn, nógva privata húsabygging, bygging av almennum bygningum, vegum og øðrum tunnlum v.m., sum tilsamans snúgva seg um minst eina milliard árliga komandi árini, so er hetta lutfallsliga ikki so stórt projekt. Leggjast skal afturat, at tað er sjálvur byggiaktiviteturin og ikki fíggingarhátturin, sum hitar búskapin upp.

Havast má í huga, at í politikki ræður um at hava atliti til allar partar av landinum og útbyggja landið við skili. Tað er einki at ivast í, at um Sandoyartunnnillin ikki verður gjørdur, so “forfellir” Sandoyggin. Serliga nú aftaná, at Sandoyafólk hava roknað við honum og síggja fram til, at hann verður veruleiki. Hinvegin, verður hann gjørdur, so hava vit erfaring frá til dømis Vágum, at vit fáa heilt nýggjar møguleikar í einum tí besta partinum av landinum til bæði búseting og vinnulív og kanska eisin eina ferð í framtíðina alment virksemi, sum til dømis ein flogvøll. Út frá einum “cost benefit” sjónarmiði loysir tað seg tí sera væl at fáa tunnillin til Sandoyar gjørdan.

Tað er avmarkað, hvussu nógv almenn stýring kann vera við “upphitingini” av búskapinum. Men nakað kann gerast. Tann mongdin av íløgum, eg nevndi frammanfyri kann partvís avmarkast við beinleiðis politiskari viðtøku, men kann eisin diskuterast við teir, sum hava ábyrgdina av íløgunum. Ein ávís stýring kann eisini vera av kommununum. Ein almenn “upphitingarkelda” sum blokkstuðulin kann eisini koma við í orðaskifti. Fíggjarlógin sjálv er væl tað mest upplagda amboði hjá landsstýrinum. Nakað má avmarkast har. Annars er ikki bara talan um tálming. Tá arbeiðsmegi vantar, ræður um at innflyta arbeiðsmegi. Her kann talan bæði vera um at fáa føroyingar heimaftur, men eisini útlendingar. Tí ræður um at fáa útlendingalógina yvirtikna sum skjótast. Jú fleiri íbúgvar eru í landinum, tess størri rúm er fyri økonomiskum vøkstri.

 

Føroyar eitt valdømi

Eitt annað mál, sum løgmaður nam við í røðu síni, ar Føroyar sum eitt valdømi. Hann tók undir við hesum, men samstundis segði hann sum rætt er, at slíkt kann ikki gjøgnumførast í bráskundi. Í heila tikið eri eg bilsin um, at løgtingsformaðurin ætlar at gjøgnumføra eina so radikala broyitng av valskipanina tveir mánaðar áðrenn val, meðan tað tekur fleiri ár, hvørja ferð eitt málsøki skal yvirtakast Her er eingin samanhangur í. Annars eri ikki samdur við løgmann í, at eitt slíkt mál skal til fólkaatkvøðu. Hví skulu tættfólkaðu økini avgera, um Sandoyafólk og Vágafólk skulu hava loyvi at hava tvey umboð á tingi. Tað vil í øllum førum vera sera ódemokratiskt.

 

Uppskotið um stjórnarskipan

Fyri at koma aftur til mál, sum taka langa tíð at viðgera. Stjórnarskipanarnevndin hevur arbeitt í mong ár við sínum uppskoti, og hevur handað løgmanni hetta valaverk fyri meira enn hálvum ári síðani. Síðani kastar løgmaður tað niðan í tingið í eina nevnd, sum í stóran mun hevur verið við til arbeiðið frammanundan. Hetta sera týdningarmikla mál kundi verið viðgjørt í tinginum í vár og avgreidd til fólkaatkvøðu, soleiðis at nývalda tingið kann samtykkja tað og seta í gildi í 2008. Her hevur løgmaður gjørt eitt stak vánaligt arbeiði, og um tingið ikki avgreiðir málið nú í heyst, so hevur tað veruliga syndað móti Føroya fólki. Skommin kemur at vera hjá tinginum, men skaðin verður Føroya fólks.