Løgmansembætið sum glapp av hondum

Hvønn umboðar Eirikur Lindenskov, spyr Lis­­­beth L. Petersen í lesarabrævi her á síðuni í dag. Tað er fallið henni fyri bróstið, at Sos­i­al­ur­­­­in hev­­ur skrivað um hendingina, tá Lisbeth L. Petersen fekk høvi at gerast Føroya Løg­mað­­ur, men takk­aði nei, tí hon ikki vildi hava Heð­in Mortensen til borgarstjóra.

Sos­i­alurin var sjálvandi ikki á hesum sam­gong­u­­fundi, so vit kunnu bara endurgeva tað, sum onnur hava sagt okkum. Vit hava spurt um­­boð úr øllum flokkunum, sum vóru til staðar, og øll siga við ein munn, at Lisbeth L. Petersen ikki vildi hava Heðin Mortensen at yv­ir­taka borgarstjórasessin.

 

Og tað var júst hetta, vit vildu lýsa í grein­ini, at Heðin Mortensen hevur verið ein »trup­­ul­­leiki« fyri Sambandsflokkin fleiri ferðir, og at hetta kostaði Lisbeth L. Pet­er­sen høvið at ger­­ast Føroya Løgmaður. Í 1990 kostaði tað eftir øllum at døma Sam­bands­flokk­i­num fólk­­a­­tingssessin, at Heðin Mortensen ikki var á listanum, og í 2004 kostaði tað Sam­bands­flokkinum borgarstjórasessin í Tórs­havn­ar Kommunu, at hinir býráðslimirnir hjá flokkinum ikki vildu hava Heðin Mortensen í borgarstjórasessin.

 

Hvussu leikur fer í málinum um nýggja fíggj­ar­mál­aráðharran - sum fekk øði í grindina hesa­ferð - frætta vit helst nærri um seinni í dag.

 

Men Listbeth L. Petersen skal vita tað, at Sos­i­al­ur­in rennur ikki ørindi fyri ávísan politiskan flokk ella ávísar politikarar. Okkara aðaltáttur er at lýsa mál frá fleiri síðum til tess at fáa veru­leikan fram.

 

Men veruleikin kann vera illa lýddur - og upp­­fat­­an­­i­r­nar kunnu vera fleiri. Í hesum føri eru tað fleiri av býráðslimunum í Tórshavnar komm­unu í 1994, sum hava aðra uppfatan enn Lisbeth. L. Petersen.