Tingmenn fáa ikki langa tíð at fyrireika seg til umrøðuna av røðuni, sum Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður fer at halda ólavsøkudag.
Fyrsti tingfundur eftir Ólavsøku verður týsdagin klokkan 13, Einasta mál á dagsskrá er umrøðan av ólavsøkufrágreiðing løgmans. Orðaskiftið heldur fram mikudagin 1. august klokkan 9.30.
Hósdagin 2. august verður 1. viðgerð av uppskotinum hjá Jacob Vestergaard landsstýrismanni um broyting í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap. Hetta snýr seg um ásetingina av fiskidøgum fyri næsta fiskiár. Uppskotið verður lagt fram ólavsøkudag.
Á tingfundinum 2. august skal tingið eisini velja tveir limir og tveir tiltakslimir til Norðurlandaráðið.