Løgmanssteypið: Fylg hálvfinaluni her

Her ber til at fylgja hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og B36

Í kvøld klokkan 19 verður hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og B36 í við Løkin í Runavík. In.fo hevur í samstarvið við Dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum, FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, og Kringvarpið vísur dystin í sjónvarpinum.

Dystir.fo

In.fo og Dystir.fo spæla saman. Tí ber til at fylgja øllum dystunum á Dystir.fo við at hyggja ovast á forsíðuni á In.fo. Við at trýsta á frámerkið av einum dysti, kanst tú fylgja gongdini í hvørjum dysti. Inni á dystinum kanst tú velja at lesa “Úrtak”, sum eru hæddarpunkt av dystunum. 

Fylgi gongdini á Dystir.fo við at trýsta HER

Til ber eisini at síggja alla gongdina í dystinum, við at trýst á frámerkið “Hendingar”. Hartil er møguleiki at síggja hvør byrjar inni “Fyrstu 11”, hvør er á bonkinum “Eyka” og hagtøl við trýsta á “Hagtøl”. Seinni verður samanumtøka og myndir at síggja á In.fo, sum hevur myndafólk til dystin í kvøld.

FM1

Tað verður sent beinleiðis frá klokkan 19 á FM1, sum hevur beinleiðis frásøgn frá hálvfinaluni við Løkin í Runavík í kvøld. Eftir dystin verða samrøður og samanumtøka. Hevur tú viðmerkingar ella spurningar, so kanst tú senda sms til 559999.

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER 

Kringvarpið vísur eisini dystin í sjónvarpinum í kvøld. Trýst HER

Løgmanssteypið – Hálvfinala:

Leygardagin

Víkingur-B36 (19.00) Beinleiðis á FM1

Les upptakt við at trýsta HER

Sunnudagin

NSÍ-HB (15.00) Beinleiðis á FM1